Við trónu Guds

“Before the throne of God above” er ein  eldri, enskur sálmur, sum umtalar høvuðsprest okkara í himli og týðandi tænastu Hansara við høgru hond Guds, har Hann talar okkara søk. Sálmurin er skrivaður av írskari kvinnu, Charitie Lees Smith (1841 – 1923) og er eitt dømi um, at eitt nýtt lag kann geva einum gomlum sálmi lív og flog. Amerikanska kvinnan Vikky Cook skrivaði í 1997 nýtt lag til sangin, sum nú er vorðin kendur og nógv sungin millum kristna fólkið. Hann varð týddur til føroyskt fyri nøkrum árum síðani og er ofta at hoyra á møtum í dag – eitt nú í Kristnastovu. Hann stendur í NSGF og er nr. 564

Við trónu Guds í himlinum
eitt skýli er hjá míni sál.
Ein høvuðsprest eg havi, sum
í náði tala kann mítt mál.
Mítt navn er skrivað í hans hond,
og rist í hjarta hans tað er,
Mær forða kunnu eingi bond,
tá hann meg verjir og meg ber.

Og tá hin óndi freistar meg,
fordømir hjarta, sál og sinn,
Eg hyggi upp, tá síggi eg
mín harra, sum vann sigurin.
Hann syndafríur sjálvur var,
men mína skuld hann tók á seg,
Nú Faðirin á Sonin sær,
í Honum fjaldur eri eg.

Vár frelsari nú situr har,
vár rættvísi er eina hann,
Ei broytist hann, sum er og var
og lívið æviga mær vann.
Nú kann ei deyðin gera mein,
tí hann við blóði keypti meg,
Mín sál er frelst og tváað rein
og kann í Honum gleða seg.

Orð: Charitie Lees Smith (1841 – 1923) – Lag:  Vikki Cook. Týtt: ØB

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.