Unn mær at umboða tín frið

 Orðini “Make me a channel of your peace” sigst at vera tikin úr bøn eftir Fransis úr Assisi í Italia, sum livdi í 12 og 13. øld. Síðani hevur Sebastian Temple, sum livdi í tíðarskeiðinum 1928-1997 skrivað sangin út frá hesum kendu orðum . Lagið gjørdi Temple eisini.

 Unn mær at umboða tín frið,
tín kærleika, har hatur valda man,
ta náði, sum kann lekja syndasár,
ta trúgv, ið yvir vantrúgv vinna kann.

Unn mær at umboða tín frið,
og bera boð um vón í heimin út,
at birta ljós, har niða er og nátt,
og kveikja gleði, har ið valdar sút.

   Á, meistari, mær veit at søkja tað,
ið øðrum enn mær sjálvum lætta ber,
at skilja onnur – betur sýna teim   

tann kærleika, í tínum hjarta er.                                                                       

Unn mær at umboða tín frið,
ta fyrigeving, ið tú veitti mær,
og geva tað, ið mær varð givið her,
at doyggja – endurføddur tó í tær.

Týtt: ØB

 

You may also like...