Saman við familjuni jólini 2014

IMG_0333

Ein stór gleði var tað, enn einaferð at vera saman við okkara kæru familju nú um jólini – hóast Vanja vantaði í, tí hon ikki fekk frí frá handlinum, har hon arbeiðir.

Vit fingu fleiri góðar løtur saman. Jólaaftan vóru vit seinnapartin til jólagudstænastu í Skovlunde Frikirke, har góði vinur okkara, Dan Fuglø, talaði. Og seinni á degnum vóru vit so saman á Peter Appelsvej 38 í Ganløse.

Eftir at hava vitjað Andrew og tey fyrsta jóladag, varð farið út í Kristnastovu annan dag, har vit hittu nógvar aðrar vinir og kenningar, ið vóru niðri um jóltíðir. Har vóru vit í einar tríggjar tímar, og har endaðu jólini á hesum sinni í friðfullari atmosferu, jólasangi og gevandi hugleiðingum.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.