Kvøða til Toftir

Orð og lag: ØB

Til Toftir seg knýta víst minnini mong
frá litríku barnadómsins døgum
tað angar av grasi og blómum um ong
og feril av fiski og øðum.
Í túninum sært tú enn spælandi børn
sum hugur tín enn leitar hagar,
til bygdina føgru – í stilli og ódn
vit upplivdu sorgleysar dagar.

Ì huganum kennist sum satt ævintýr
at minnast á barndómsins dagar
á Toftum, har fiskur og seyður og kýr
var karmur um stundir so glaðar.
Her búði eitt fólk, sum til havið varð knýtt.
tey fiskaðu, veltu og gróvu.
Har hjartarúm var, og til loftið var vítt
mangt gott tey í arv okkum góvu.

Úr Havn kemur Tróndur og ferðafólk mong,
hann skúmar og linkar um fartin
Og vælklødd nú ferðafólk stíga á land
Á brúnni tú sært Kristian Martin.
Og bussurin langi við Sofusi – ja
og Piddi, sum postinum loftar.
Og ásannast má, at ein góðveðursdag
so gott var at koma til ”toftar.”

Tað líður mót kvøldi – ei rørist ein ond,
við garðalið kýrnar nú belja,
Á fjørðum sæst bátur við gørnum í nánd,
og smádreingir seiðirnar telja.
Ein maður í túninum spákandi fer,
og út móti havi hann skimar.
Jú – Mjóvanes kemur av Suðurlandsferð,
og fólkið á keiina stimar.

Í Túni, á Hellu, og Hoyðgarðinum
og inni og uppi á Regni.
Eitt fólk fanst í ymisku býlingunum
sum handalag hevði og hegni
at umsita tað, sum varð veitt teim í lut
av fiski og fæi og teigum.
Tey lærdu í øllum at líta á Gud
á lívsins umskiftandi leiðum.

Og Toftavatn birtist í huga í kvøld
tær løtur í haga í torvi.
Men tíðirnar broytast og farin er øld,
nú mangt er um sýnina horvið.
So takksom vit eru til Gud fyri tað,
vit fingu frá teimum ið fóru,
og fyri tey fólk, sum vit minnast ídag,
ið varðar á leiðini vóru.

Skrivað til eina ættarstevnu, sum varð hildin á Skála í 2003 fyri fólki, sum høvdu røtur úr Túni á Toftum.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *