Vaksandi skari
Hetta várið hevur verið merkt av teimum skerjingum, sum hava fylgt við koronasmittuni. Alt samfelagið hevur verið at kalla afturlatið, og tað hevur eisini gingið út yvir møtini í Kristnastovu. Men nú er gleðilig broyting farin fram – smittan hevur mist takið – og latið verður varisliga uppaftur. Hetta merkir, at fleiri nú kunnu koma til møtini. Og tað merkist væl, at fólk eru fegin...