Category: FRÁSAGNIR

Takkarheilsan

Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum heilsaðu mær á áttati ára degnum 13. februar. Tað gleddi meg nógv at hoyra frá so mongum, sum vit hava lært at kenna gjøgnum farin ár. Takk fyri fløvandi heilsanir, góð ynski og stimbrandi orð. Harrans signing og frið ynski eg tykkum øllum.     Leggjast kann so aftrat, at Susan og eg fóru út í Kristnastovu á føðingardegnum 13....

Seniorarnir hittust aftur

Hugnaligt kendist at vera saman aftur við eldra ættarliðnum av føroyskjum útisetum í Kristnastovu mikudagin 1. desembur. Støðan við koronu gjørdi, at eingin seniorsamkoma var í 2020, men nú eydnaðist at hava eina samkomu aftur. Vit vóru ikki kkki so mong, sum vit plaga – og tað hevur sínar góðu grundir – men tó vóru vit ikki so fá, sum fingu eina sera góða løtu...

Gevandi løtur á heystlegu

Árið 2020 var fyrsta árið síðani 1976, at eingin lega var hildin, sum Kristnastova skipaði fyri. Hetta komst av koronafarssóttini, sum merkti alt árið í fjør. Men í ár eydnaðist aftur at savna eina fjøld av fólki á legu á Nordsjællands Efterskole í døgunum 21 – 24. oktober. Næmingarnir á skúlanum eru í heystfrí um hetta mundið, og tað ger tað møguligt hjá okkum at...

Nýggir útisetar hittust

Í mong ár hevur verið siðvenja í Kristnastovu at hava eina samkomu í Kristnastovu fyri nýggjum útisetum, sum eru komnir til Danmarkar eftir summarfrítíðina. Endamálið hevur verið at kunna og leiðbeina um praktiskar spurningar, men eisini at læra tey ungu at kenna. Tað verður eisini gjørt við vónum um, at nýggju útisetarnir fáa eitt gott andaligt heim, meðan teir búleikast her, og har er Kristnastova...

Felagsmáltíð aftur í Skovlunde

Tað hevur verið hugaligt at síggja, hvussu samkomu- og kirkjulív letur uppaftur  nú eftir summarfrítíðina og er farið at líkjast tí, sum vit kenna. Í Kristnastovu eru eitt nú fríggjakvøldssamkomurnar byrjaðar aftur, og fólk leita út á Birmavej aftur hvørt fríggjakvøld. So nú eru møti aftur bæði fríggjakvøld klokkan 20 og sunnumorgun kl. 11. Í Skovlunde eru ymisku møtini og tiltøk eisini byrjað aftur. Eisini...

Dannebrog og bøn á ríkinum

Tá eg var uttan fyri Ríkissjúkrahúsið nú um dagarnar, legði eg merki til mongu donsku fløggini, sum hingu ymsastaðni á bygningunum. Og tað er ikki ringt at gita hví. Nakrar fáar hundrað metrar haðani er “Parken” har danska landssliðið hevur leikt fleiri EM-dystir. Eisini hevur ein av bestu leikarunum á danska landsliðnum, Christian Eriksen, verið innlagdur á “ríkinum” – sum tað ofta verður kallað nillum...

Ein vika við vónum

Vika 16 var ein góð vika hjá okkum, sum plaga at savnast í Kristnastovu á Amager. Vegna positivu útmeldingarnar frá mynduleikunum, kundu vit skrúva upp fyri virkseminum – hóast nakrar skerjingar framvegis eru. Leiðarin á Sjúklingahotellinum skrivaði, at vit vóru vælkomin aftur at halda andaktir á grasvøllinum uttan fyri hotellið – eins og vit gjørdu í fjør. Hetta vóru góð tíðindi, tí hetta ger tað...

Heilsan til seniorarnar

Óneyðugt at siga, so hevur koronasóttin skert virksemið hjá mongum kirkjum og samkomum í Danmark – og í Føroyum við. Hon hevur eisini rakt nøkur av teim tiltøkum, sum plaga at vera í Kristnastovu, eitt nú seniorsamkomuna, sum er fyri eldri útisetar. Henda samkoma, sum plagar at savnað fitt av fólkið saman, hevur verið hildin um jóltíðir í mong ár, men varð avlýst hesaferð.  Í staðin...

Stevna í heystfrítíðini

Sum áður sagt her á heimasíðuni var vegna korona eingin lega hildin í ár í heystfrítíðini, sum annars siður hevur verið í mong ár. Men í staðin vóru nøkur eyka tiltøk júst tað vikuskifti,  sum legan skuldi vera tvs 15 -18. oktober. Møti vóru í Kristnastovu hóskvøld, fríggjakvøld og sunnumorgunin. Harumframt var leygardagurin settur av til tiltøk í Skovlunde Frikirke, sum hevur munandi rúmligari høli...

Møtið byrjaði við sangi uttanfyri

Sunnudagin 23. august var talið á fólki, sum kom á møti í Kristnastovu, vaksið munandi, nú fleiri lesandi eru komin niðuraftur til Danmarkar. Um vit skuldu syngja saman, skuldi tað helst vera uttanfyri, vegna tey tilmæli, sum eru galdandi hesa tíðina. Tí byrjaði møtið við lovsangi á terassuni og grasvøllinum. Síðani fór restin av møtinum fram innanfyri við breyðbróting, takkargerð og boðskapi. Hetta varð eitt...