Tiltøk um jólini

Eins og undanfarnu ár skipaði Kristnastova fyri fleiri tiltøkum í samband við jólini, sum júst eru farin aftur um bak. Harumframt hava vanligu møtini eisini verið merkt av jólaboðskapinum, sum er komin fram í talu og sangi.  Væl av fólki hevur leitað út á Birmavej 36 í samband við hesi tiltøk.
Mikudagin 11. desember var sokallaða seniorsamkoman, har vit savna nøkur av teim eldru, fastbúgvandi útisetunum til eina hugnasamkomu. Tann 13. desember var seinasta fríggjakvøldssamkoman í ár hildin. Og annan jóladag var so aftur ein hugnasamkoma fyri útisetum, ið hildu jól í Danmark.
Niðan fyri standandi myndir eru tiknar á eldrasamkomuni – á møtinum sunnudagin 15. desember – og á hugnasamkomuni annan jóladag.

       

 

You may also like...