Uttandura andaktsløta skýrisdag

Í hesum tíðum eru eingi almenn møti í Kristnastovu og heldur eingin andakt á Sjúklingahotellinum. Tó høvdu vit – nøkur fólk úr Kristnastovu – ta gleði í dag, skýrisdag, at fáa eina løtu í túninum uttan fyri hotellið saman við nøkrum sjúklingum og avvarðandi, verandi tó í frástøðu.
Hetta var ein góð løta, har sólin skein so fagurliga, meðan føroyska flaggið veittraði lið um lið við tað grønlendska. Orðið var borið fram, og vit sungu nakrar sangir um Jesusar deyða og uppreisn, sum páskirnar minna okkum á. Og takksom vóru vit fyri høvi at koma við einari heilsan til nøkur teirra, sum hesa tíðina mugu vera í Danmark í sjúkraørindum.

You may also like...