Bygging fyri lívið

Stór bygging fer fram á økinum, har Ríkissjúkrahúsið stendur. Nýggir bygningar eru komnir undan kavið, og tú fært eyga á stórt, gult skelti hjá byggifyritøkuni við orðunum “Vi bygger for livet”.  Orð, ið helst eisini meinast symbolskt og sipa til ta uppgávu, sum Ríkissjúkrahúsið hevur. Gomlu bygningarnir eru niðurrivnir, og nýggir eru komnir undan kavi.
Men á myndini, sum eg tók hendan dagin, situr eisini hin navnframi Niels R. Finsen, og grundar. Talan er um standmyndina av kenda læknanum, sum í 1903 fekk Nobelheiðursløn fyri at fremja eitt slóbrótandi arbeiði innan stráluviðgerð. Sjálvur hevði hann ringa heilsu og doyði bert 43 ára gamal. Men hann stóð fyri einum vísindaligum framstigi og var við at “byggja fyri lívið”.

Niels R. Finsen

Vit føroyingar hava hug at kanna okkum hendan áhugaverda mann, tí hann vaks upp í Føroyum og livdi í tíðarskeiðinum 1860 til 1904. Hann var amtmanssonur. Hetta er um sama mundið, sum ein annar maður gjørdi eitt slóbrótandi arbeiði í Føroyum, skotski trúboðarin William G. Sloan, sum hevði lært seg danskt, tí føroyska skriftmálið ikki tá var komið fyri seg. Sloan var jú barnavinur, sum ofta sang fyri børnunum, og tiltikið er, at hann plagdi at leggja hond sína á høvd teirra og siga “tro på Jesus”.
Hóast aldursmunin hava teir báðir, Sloan og Finsen, kenst. Tað framgongur av bók eftir danska læknanum Anker Aggerbo, sum hevur skriva ævisøgu um Finsen. Har umtalar Aggerboe William G. Sloan, og sigur m.a. frá, hvussu Sloan var eins og ein “Pater Familias” í Havnini, sum ofta tók ímóti ferðafólki niðri við lendingina. Og hann veit at siga, at einaferð vísti Niels Finsen ein vakran træskurð fyri Willam Sloan, sum hann hevði gjørt. Men samtalan hevur verið avbrotin, tí – sum Aggerbo sigur frá – í tí sama fær Sloan eyga á eina grind úti í fjørðinum. Hann, altso Sloan, fer at rópa “grindaboð” og støkkur í ídni sínum yvir í hitt enska. Eitt dømi um, hvussu skotski trúboðarin hevði gjørt seg til eitt við fólkið og hevur tikið lut í gerandisdegi føroyinga.

William G. Sloan

So Niels Finsen hevur kent og umgingist tann  vinarliga, hvítskeggjuta trúboðaran, ið var komin uttanífrá, men gjørdist ein býarmynd í Havn, tá Finsen vaks til mans. Eftir loknan realskúla fór Finsen á Herlufsholm at ganga í skúla, síðani var hann í Íslandi og tók studentsprógv, og í 1882 fór hann at lesa til lækna í Keypmannahavn. Við nýggju, slóbrótandi ljósviðgerðum sínum fekk hann seinni stóran týdning fyri læknavísindina, og viðgerðir hansar vóru mongum til hjálp. Vit mugu ásanna, at tað eru nógvir hættir at “byggja fyri lívinum” og gera mun fyri tað ættarlið, sum vit eru ein partur av.
Og so havi eg hug at leggja aftrat, at Niels R. Finsen hevur vissuliga verið ein av teim mongu børnum í Havn, sum fekk kærleiksfullu heilsanina hjá William G. Sloan “tro på Jesus”.
            –                                                                                                   Ø.

 

You may also like...