Samkoman, har eg kendi meg heima

Susan sigur frá vitnisburði sínum og hugleiðir um ta samkomu uttan fyri London, har hon vaks upp:

Eg mundi vera um fimm ár, tá eg byrjaði at ganga í sunnudagsskúla í hesum salinum, sum lá beint yvir av barnaheimi mínum. Eg kendi meg drignan hagar og var eisini væl móttikin av teim lærarum, eg hevði í sunnudagsskúlanum.
Árini gingu, og tá ið eg var 11 ár, bjóðaðu pastorurin og kona hansara mær viðhvørt heim til ein drekkamunn. Ein dagin segði hann við meg: ”Susan, eg veit at tú hevur gingið í sunnudagsskúla í mong ár. Men hevur tú nakrantíð biðið Jesus koma inn í hjarta títt og vera frelsari tín.” Eg svaraði ”Nei – men tað vildi eg fegin”. Tí eg hevði skilt evangeliska boðskapin, sum eg hevði hoyrt. Vit fóru á knø okkara, og eftir at hann hevði biðið, bað eg Jesus koma inn í hjarta og lív mítt. Eg minnist enn, hvussu gleðin fylti hjarta mítt, sum eg súkklaði heim hendan dagin.
Hendan samkoman gjørdist mítt annað heim – og fólkið har sum ein onnur familja fyri meg. Ein eldri kvinna í samkomuni hevði eitt vakið eyga fyri mær. Hon skrivaði regluliga til mín, eftir at eg var flutt, og bað fyri mær og mínum restina av lívi sínum. Í hesari samkomuni varð eg doypt, og byrjaði at koma í ein ungdómsbólk. Hetta varð ein partur av mínum andaliga vøkstri, og eg eri takksom fyri ta góðu undirvísing, eg fekk í ”Maswell Park Evangelical Church.”
Eitt ungdómsmøti kom at hava eina vítt fevnandi ávirkan á lív mítt. Tað kvøldið var ein ungur maður úr Føroyum við, sum luttók í sangi saman við gestatalaranum hetta kvøldi. Eg var 18 ár tá – og vit prátaðu væl saman aftan á møtið. Hann fór heimaftur til Føroya, og eg fór á bíbliuskúla nakað eftir hetta og var har í trý ár. Men vit hittust aftur – og í juni 1970 vórðu vit gift í heimasamkomu míni.
Tvey ár aftaná vitjaðu vit Ongland og høvdu lítla son okkara, Andrew, við okkum, sum tá var bara nakrar fáar mánaðar gamal. Og, sum siður hevur verið í samkomuni, var hann borin fram ein sunnudag, hvar pastorurin takkaði fyri lívið, sum givið var, og bað um signing Guds yvir lítla Andrew og lív hansara.
Samkoman har er ikki ein stór samkoma og bygningurin eldri, men fólkið hevur eitt hjarta fyri missión, og tey hava altíð sýnt mær áhuga og stuðul í samband við tað verk, vit hava gjørt í Danmark.
Nú eru bara nøkur fá eftir av tí ættarliðnum, sum eg vaks upp við. Men fyri nøkrum árum síðani fekk eg høvi til at heilsa upp á tveir av mínum gomlu sunnudagsskúlalærarum, sum framvegis eru á lívi. Ídag sæst tað aftur í samkomuni, at samfelagið er vorðið eitt ”multi-etniskt” øki, har tú sært indiskar kvinnur við litríkum klæðum og brún andlit frá Jamaica ella Afrika.
Jólini vóru so serliga hugnalig í samkomuni. Tey plagdu at hava eitt stórt jólatræ standandi í salinum, sum hugtók mítt barnasinni. Eg spældi eisini mín part í teimum krubbuspølum, sum vóru framførd á serligari jólasamkomu, ið varð hildin beint fyri hátíðina. Sum eldri var eg eisini við til at ganga runt við innbjóðingum til jólamøti og syngja ”Christmas Carols” á ymiskum gøtuhornum í býnum.
Fyrsta jóladag var eisini eitt serstakt møti um morgunin, áðrenn farið verður undir jóladøgveran og útpakking av gávum, sum í Onglandi fer fram 25. desembur.
Mong ár eru liðin, men eg minnist við takksemi samkomuna, sum lá yvir av barnaheimi mínum, har eg sum ung kom til trúgv á Jesus og kendi meg so væl heima.
–                                                                                                                                                                                                 Susan Berghamar

Saman við syngjandi fólki í samkomuni

Susan – við barnaheimi sínum aftanfyri (endin av raðhúsinum) 

 

 

 

 

 

 

 

You may also like...