Kvinnurfundurin í 1982

Eg haldi hesa myndina frá 1982 vera áhugaverda. Hon er tikin í urtagarðinum í Kristnastovu ein summardag í 1982. Henda dagin var ein samkoma fyri kvinnur, og tiltakið savnaði eldri og yngri kvinnur saman hendan dagin. Her síggjast eldri kvinnur, sum hava búð í Keypmannahavn í eitt longri tíðarskeið – ivaleyst hava fleiri teirra verið her undir krígsárunum. Nakrar teirra savnaðust vanliga í donsku samkomuni í Thorsgade 40 á Nørrebro.
Og so eru yngri kvinnur við, sum hesa tíðina komu í Kristnastovu – fleiri teirra undir útbúgving.
Hendan dagin varð tosað um kristnu kvinnuna og møguleikar hennara at vera við í verki Harrans í teim umstøðum og tí aldri, hon er í.

You may also like...