Andaliga avbjóðingin í 1973

– tá ið Kristnastova byrjaði fyri 40 árum síðani

     Unge Kristne á gøtunum í Keypmannahavn

Árið 1973 kom í kjalarvatninum av tí sokallaðu “68 generatiónini,” sum kom at merkja Danmark í fleiri ár. Hesi ár vóru eykend av ungdómsuppreistri og uppgerð við siðir og mynduleikar.  Alt skuldi vera frítt, og einki tóktist heilagt. Mótmælisgongur hoyrdu til gerandisdagin. Mynduleiki, mentan og kristnir siðir stóðu fyri skotum, og tað vóru serliga studentar á hægri skúlum, sum gingu undan í hesum.

Hetta var ein tíð við nógvum rembingum, fylkingum – og rúsevnistrupuleikum. Frístaðurin Christiania varð til sum eitt úrslit av øllum hesum. Frísinnið gjørdist meira og meira sjónligt. Í 1969 var pornografiin frígivin, og í 1973 varð lógin um fría fosturtøku samtykt á fólkatingi.

Tað var ein skriða sum leyp og gjørdi um seg. Men, sum eitt aftursvar til alt hetta, taka trúgvandi fólk seg saman. “Unge Kristne” fara saman við Johnny Noer og Johannes Facius syngjandi gjøgnum gøturnar í Keypmannahavn, meðan Operation Josva við Rino Lange og Poul Madsen er at síggja á gongugøtuni í Odense. Eisini nakrir ungir føroyingar eru við í skaranum – teirra millum Páll á Lakjuni. Hesir bólkar vóru saman við oddamonnum teirra ein rødd, sum hoyrdist mitt í einari upploysingartíð. Virkistíðin hjá hesum felagsskapum var stutt, men við einari  eyðsýndari missión í einum samfelag, sum tóktist at víkja longur og longur burtur frá lógum Guds.

Nógvir føroyskir útisetar, sum komu niður at fáa sær útbúgving um hetta mundið, vórðu ávirkaðir av rákinum, sum var í lestrarumhvørvinum í Danmark. Og tað er við hesari bakgrund,  at arbeiðið á Oxford Allé sær dagsins ljós á heysti í 1973.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.