Ein serstakur dagur
Dagurin í dag er ein serstakur dagur, tí kæra mamma mín vildi verðið 100 ár, um hon hevði livað. Haldi eg kann siga vegna meg og systrar mínar, at hon var okkum ein góð móðir og fyrimynd.
Mamma var stillfør av lyndi, men samstundis sosial og umsorgsfull, og hon opnaði fegin sítt heim fyri teimum, sum komu á leið hennara. Mong hava sitið væl inni hjá okkum á Dalavegnum – og vit børn kendu okkum á yngri árum altíð frí til at bjóða øðrum heim til ein drekkamunn. Gestablídni og vinsemi eyðkendu heim og foreldur okkara.
Tinna varð hon kallað, men navnið var annars Anna Katrina. Hon var av Toftum, meðan pápi mín var havnarmaður, sum tó var uppvaksin í Klaksvík. Rættiliga ymisk vóru tey, men væl livdu tey saman, og tey góvu okkum tryggar karmar at vaksa upp í.
Mamma hevði sínar meiningar og sannføringar, men treivst tó best í tí stilla – og als ikki í nøkrum rampuljósi. Hon stóð á tryggari andaligari grund og var við til at mynda mína barnatrúgv, so eg skilti evangeliið og tíðliga kom til trúgv á Jesus.
Seinastu árini vóru sermerkt av svárari alzheimers sjúku, og tað var ein ógvuliga torfør tíð. Hon var 77 ára gomul, tá hon 14. desember 1994 flutti heim til teir ævigu bústaðir, sum Harrin hevur gjørt teimum tilreiðar, sum elska Hann.
Mamma var ein vinarlig, sangglað og familjukær kvinna, og tað er ringt at ímynda sær hana sum 100 ára gamla. Men tað vildi hon verið í dag, um hon framvegis var millum okkara. Í dag minnast vit hana við stórum takksemi til Harran.
– Øssur