Toymið í Kristnastovu verður styrkt

Sólvá og Jákup

  Sólvá og Jákup Hansen, sum loystu av í Kristnastovu  nú í summar, koma niðuraftur til Danmark í heyst – hesuferð fyri at vera við í arbeiðnum, fyribils í eitt ár. Hetta framgongur av kunningarskrivi, sum Dora og Niels Pauli Nónstein hava sent gjøgnum Akurin, har tey m.a. skriva:
– Tað gleðir okkum nógv at siga frá, at Sólvá og Jákup Hansen, Klaksvík, flyta niður í heyst fyri at vera við í verkinum í Kristnastovu, fyribils í eitt ár. At fáa eini hjún afturat okkum er nakað, sum vit hava hugsað um nú í eina tíð. Og tí eru vit Harranum takksom fyri, at Hann hevur lagað tað soleiðis.Sólvá og Jákup hava í mong ár verið virkin í andaligum arbeiði, serliga í heimasamkomuni Betesda. Tey hava eisini fleiri ferðir verið avloysarar í Kristnastovu og hava við ídni og nærlagni tænt bæði teimum ungu lesandi og teimum, sum eru niðri í sjúkraørindum. Harafturat egna tey seg væl sum vertir í húsinum.
Sólvá og Jákup fara at búgva í Kristnastovu, og hetta framgongur eisini av kunningarskrivinum, har sagt verður:
– Nú Sólvá og Jákup hava sagt ja at koma niður og skulu búgva í Kristnastovu, eru vit farin at leita eftir øðrum hóskandi bústaði. Vit høvdu ynskt at búð nærhendis Kristnastovu og skúlanum, har okkara trý børn ganga. – Tað kann tó verða trupult at finna nakað hóskandi her á leiðini. Tí leggja vit hetta fram fyri tykkum sum eitt serligt bønarevni. Og vit hoyra fegin frá fólki, um onkur veit um hóskandi bústað.
Nær hjúnini koma niður, er kki heilt greitt enn, men at tað verður ein styrkur fyri arbeiðið, er einki at ivast í. Og vit herniðri gleðast um hetta trúarstig teirra, soleiðis sum Dora og Niels Pauli eisini siga í skrivinum:
– Vit gleðast um, at Sólvá og Jákup kenna kallið til hesa tænastu, og vit síggja fram til at virka saman við teimum.                              Ø.

You may also like...