Broyting í ferðaætlan

 Støðan hjá føroyskum trúboðarum tykist at vera tann sama í fleiri londum kring heimin, nú Koronasóttin er farin at gera um seg ymsastaðni og ávirkar virksemið  og lívið sum heild. Eitt nú sigur Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í Alabama í USA, at hann og konan Judy kunnu fara til handils, men annars halda tey seg heima eftir tilmæli frá mynduleikunum. Eingi møtir eru í samkomunum har, og matstovurnar eru stongdar.

Óli mátti avlýsa vitjanina í Asia og sigur at ” ætlanin var at fara til Føroyar ímóti endanum av apríl mánaða og verða heima mest av mei mánaða, men vit hava eisini avlýst tann túrin. Á skránni ímóti endanum av juni og mest av juli mánaða er ein túrur til Indonesia, Filipsoyggjarnar og Teiland, men vit fáa at síggja hvussu støðan er tá.” Í verandi umstøðum roynir hann at hjálpa og leiðbeina gjøgnum internetið, har hann hevur samband við trúboðarar í ymsum londum.

Óli, sum gjørdist 75 ár herfyri, er framvegis virkin innan New Tribes Mission, sum hann frá ungum árum av hevur verið knýttur til, eisini sum leiðari í mong ár.

You may also like...