Brynleif Hansen til minnis

Poul Johan Djurhuus, ið hevur ábyrgd av Kristiligu Tíðindasendingini á sendistøðini r7, hevur skrivað niðanfyri standandi grein um hátíðarhaldið, sum varð hildið 50 ár eftir feigdardagin í 1970, tá átta føroyingar lótu lív í flogvanukkuni í Mikinesi – teirra millum trúboðarin Brynleif Hansen. Vit loyva okkum at endurprenta greinina her.

Leygardagin 26. september vóru 50 ár liðin síðani íslendska flogfarið kom illa fyri undir Knúki í Mikinesi, har 8 fólk lótu lív. Ein av teimum átta var stovnarin av Zarepta, Brynleif Hansen, sum var yngstur av teimum, sum umkomust, bert 33 ára gamal.
Brynleif hevði verið í Íslandi, saman við vinmanninum Eyfinni Poulsen, og havt møtir og býtt út evangeliskan lesna, saman við Jógvani Purkhús, sum tá hevði virkað sum trúboðari í Íslandi í 6 ár. Nú vóru teir báðir, eftir 19 dagar í Íslandi, ávegis aftur til Føroyar, tá vanlukkan hendi í Mikinesi. Eftir Brynleif sat einkja við 4 smáum børnum.

Familja og vinir hittust
Familjan hjá Brynleifi, sum í dag telur fleiri enn 50, savnaðist hendan dagin í Zarepta, har persónar vóru bodnir við, sum hava havt ávíst tilknýti til Brynleif, og sum fingu høvi at siga frá sínum upplivingum við Brynleifi. Ein skrá varð gjørd til dagin, har byrjað var við brunch kl.10:30. Kl.10:57, júst tá flogtornið misti sambandi við flogfarið, var ein still løta í ein minutt, har luttakararnir fingu høvi at minnast Brynleif við bøn.

Eyfinn Poulsen greiddi frá

Brynleif og Eyfinn í Íslandi, her saman við Rósu, konu Jógvan Purkhús, og børnunum. Helst er hetta seinasta mynd við Brynleifi

Ein av teimum, sum var boðin at vera við var sjálvsagt Eyfinn Poulsen, sum var við Brynleifi í Íslandi. Eyfinn hevur aldri áður alment greitt frá hendingini og sínum persónligu kenslum í hesum sambandi. Tað var heilt greitt, at fólk lýddi á við stórum áhuga og ikki minst, tá hann segði frá, at tað seinasta hann sá til Brynleif, sum sæt tvey stólarøð frammanfyri var, stutt áðrenn flogfarið stoytti, tá Brynleif vendi sær á og sendi honum eitt smíl. Eyfinn segði, at hetta smíli hevur sett seg fast í minni hansara, og at tað gongur ikki dagur, har hann ikki sær hetta serliga smíli fyri sær.
Tað skal ikki her verða greitt nærri frá hvat Eyfinn annars segði, tí hann kemur at luttaka í eini dokumentarsending, sum verður send í KVF-Sjónvarpi seinni í oktober mánaða, og har verða áhugaverdar samrøður bæði við Eyfinn og Elsu Djurhuus, sum tá var gift við Brynleifi.

Úti við grøvina
Minnisløtan endaði við at vitja grøvina hjá Brynleifi, sum er í kirkjugarðinum í Miðvági. Har var øll familjan savnað, og tað varð sungið og familjan sigur, at tey vóru sera glað fyri dagin, tí tey fingu nógv at vita, sum tey annars ikki vistu.

Leggjast kann aftrat tí, sum Poul Johan skrivar, at vit eru mong sum minnast Brynleif við stórum takksemi fyri alt tað, hann hevði at týða fyri verk Harrans, bæði í Føroyum og aðrastaðni við – ikki minst her í Danmark, sum eisini lá honum nógv á hjarta.  Eitt nú gav Brynleif evangeliska útisetablaðið “Hin tigandi boðberin” út í fleiri ár, og hann var eisini ein av stigtakarunum fyri møtirøðini í Mercurteatrinum í Keypmannahavn, ið varð hildin, stutt áðrenn hann fór.                                                     ø.

You may also like...