So mangt er mær dult – við rødd Arnvørs

 12. februar í fjørð fór Arnvør á Torkilsheyggi heim til Harran. Hon var ein gávurík sangkvinna, sum gleddi okkum so mangan við sangi sínum. Á sjálvum degnum, eitt ár eftir burturferð Arnvørs, varð sangurin “So mangt er mær dult” útgivin, soleiðis at hann nú kann hoyrast á netinum. Hans Poulsen, sum eisini áður hevði samarbeitt við Arnvør innan sang og tónleik, hevur staðið fyri upptøku, ljóðførum og tilrættislegging, og tað hevur hann gjørt væl. Sjálv upptøkan av sanginum varð gjørd í 2008, men endaliga útgávan hevur bíðað, og nú er hon so umsíðir komin.
Arnvør sang yndisliga fyri Harran, soleiðis at vit, ið lýddu á, kendu okkum signað so mangan. Og tí gerst hendan upptøkan serstøk og eitt virðiligt minni um Arnvør.
Eftir at hava verið sjúk eina tíð tagnaði røddin hjá Arnvør hesumegin 12. februar 2018, tí Harrin tók hana heim til sín.

Sangurin kann hoyrast HER

 

You may also like...