Vitjan trettanda kvøld

IMG_5200
Tað hevur verið siður hjá okkum á trettanda at savna nøkur av teimum ungu, sum plaga at koma í Kristnastovu. Sokallaði trettandi er 6. januar, og verður her í Danmark kallað “Hellig tre konger” – sipandi til vísmennirnar, sum komu úr Eysturlondum.
Hóast vit sjálvi í dag búgva nakað uttarlaga í mun til Keypmannahavn, eydnaðist tað tó at fáa nøkur av teimum ungu út til okkara hetta kvøldið. Her sita tey rundan um borðið og fáa góðan drekkamunn, sum Susan hevði gjørt til. Flestu teirra høvdu verið heima á klettunum um jólini og vórðu komin niðuraftur.
Prátið gekk dúliga hetta kvøldið – eisini um ringa óveðrið, ið hevði verið heima í Føroyum – men eisini vórðu stundir til eitt bíbliuorð og felagsbøn, har nýggja árið varð lagt fram fyri Harran, áðrenn leiðin lá heimaftur hetta kvøldið.

You may also like...