Ljósar løtur uttanfyri

Síðani korona farsóttin fór at gera um seg fyri meira enn einum ári síðani, hevur tað av trygdarávum ikki verið loyvt at koma inn á føroyska Sjúklingahotellið Tórshavn hjá fólki, sum ikki býr ella arbeiðir á staðnum. Hetta er framvegis galdandi, men nú kunnu so andaktir aftur fara fram á grasvøllinum, og tað gleðast vit um.
Fleiri ljósar og góðar seinnapartsløtur hava verið uttandurað nú í mei mánaða, har evangeliskir tónar aftur hava ljóðað í hugnaliga umhvørvinum, sum er uttan fyri hotellið. Fólk hava leitað útum og sitið við borðini í túninum og sungið við. Orð Guds er framborið, og høvi hevur verið hjá okkum vitjandi at heilsa upp á fólk har.
Hetta hevur kenst gott eftir ein drúgvan steðg í vetur. Samfelagið er vorðið meira opið seinastu tíðina, og vit vóna, at tað eisini skjótt fer at vera møguligt aftur at halda andaktirnar innandurað. Hetta hóast vit eru sera takksom fyri tær góðu løtur vit hava fingið uttanfyri.

You may also like...