Forvitnislig vitjan á Zarepta

Ein forvitnislig vitjan fer fram á leguhúsinum á Zarepta seinni í hesum mánaða. Jákup N. Olsen, sum er leiðari fyri legunum á Zarepta skrivar m.a. soleiðis í kunningarskrivi:
Sum tit møguliga hava frætt, so hevur Ríkisumboðsmaðurin vegna Kongshúsið vent sær til Zarepta við 
fráboðan um, at Hennara hátign Drotning Margretha er áhugað í at vitja í Zarepta, nú hon í summar er í Føroyum.
Í tøttum samskifti við Føroya Landsstýri, Ríkisumboðið og umboð fyri Kongshúsið er avrátt, at hennara hátign vitjar Zarepta leygardagin 17. juli. Hetta er á heimferðardegnum á 14 ára leguni, og heimferðin hendan leygardagin verður tí útsett til kl. 17:30, soleiðis at legan verður fullmannað, tá vitjanin er.
Vitjanin verður frá umleið kl. 15.20 til 16.20. Leguluttakarar syngja og taka lut í hátíðarhaldinum. Greitt verður eisini frá um endamálið við legunum og um søguna hjá Zarepta. Bæði føroyskir og danskir fjølmiðlar koma at miðla frá hátíðarhaldinum.
Fyri okkum, sum í løtuni hava ábyrgd av Zarepta, er hetta ein stórur framíhjárættur, at Hennara Hátign Drotning Margretha ynskir at vitja Zarepta. Vit síggja hetta sum eitt høvi til at kunngera Kristus og røkka enn longur út við endamálinum við Zarepta, sum jú er at vinna sálir fyri HARRAN.
Áhugavert at hoyra, og vit vóna, at hetta verður ein góður dagur á Vatnsoyrum, har Zarepta nú í mong ár hevur verður eitt savnandi stað við tí endamáli at vinna børnini og yngra ættarliðið í Føroyum fyri Kristus.

You may also like...