Hvat var av mær?
Orð/lag: ØB
NÓTAR HER
Hvat var av mær, um Jesus ei meg fann
og í náði frelsti meg?
Hvat var av mær, eg ofta spyrja má,
um eg helt fram mín egna veg?
Hvør var mín leið, hvar gekk mín fótur nú,
og hvør var lagna mín í dag?
Um Jesus ei í kærleika meg fann
og doyði deyðan í mín stað –
hvat var av mær?
Hvat var av mær, um Jesus ei meg fann?
Var eg vilstur heilt av leið,
langt burturi frá Faðirhúsinum,
og leiðir Guds eg søkti ei?
Um eg ei hoyrdi Harrans eymu rødd,
sum milt í kærleika meg dróg,
og eg ein dag við krossin boygdi meg,
meg reinsaði hans dýra blóð,
hvat var av mær?
Hvat var av mær? Tað er mær ókent nú.
Eitt eg veit: Hann loysti meg.
Og nú eg ferðist fram í ljósinum,
í hond hans tryggur eri eg.
Hvønn dag eg gleðast kann í frelsu Hans,
tí Hann er mín, eg syngja kann.
Og tó viðhvørt eg aftur spyrja má:
Um eg í dag ei kendi Hann,
hvat var av mær?
Sangurin er skrivaður sum vitnisburður um frelsu og varveitslu Guds. Nógv kundi verið hent á leiðini, sum gjørdu, at lívið gjørdist eitt heilt annað. Skjótt er at snáva, kølna og koma burtur frá faðirhúsinum. Men Harrin hevur verið góður, og tað er øll orsøk at spyrja: “Hvat var av mær um Jesus ei meg fann”.
Sangurin er skrivaður umleið 1973-74.
