Meðan alt so vakurt blómar


Hesin talandi “vársangur”, yrktur av svianum Carl Broberg, varð ein av fyrstu sangunum eg umsetti. Hetta hevur verið umleið 1958-59. Minnist, at hann varð  settur í blaðið Sunnudagsskúlin, sum kom út í mong ár í Føroyum. Sangurin, sum hevur ein álvarsaman evangeliskan boðskap, hevur gjøgnum ikki verið sungin alment í Føroyum. Men so hendi tað fyri nøkrum árum síðani, at Eyðun Jacobsen kom fram á tekstin og gjørt eitt nýtt lag til hann. Sangurin kom við á fløguni, sum Eyðun gav út við bólkinum Zamar nakað aftaná.

 Meðan alt so vakurt blómar,
meðan várið valdið ber,
stendur vinur tín og bankar,
útistongdur hann tó er.

Opna hjartað, áðrenn heystið
sópar allar blómur burt,
skunda tær, nú sólin skínur,
brátt er følnað vársins urt.

Enn sum fyrr hann tolin bankar
bíðandi við tína lið,
vilt tú ei títt hjarta opna
taka nú hitt stóra stig?

Um tú støðugt tó vilt drála,
til hann syrgin fara má,
í tað ævigt myrka heystið
tú fortaptan teg skalt sjá.

Lat hann ei til einkis banka,
drála ei í hesi stund,
nú ið náðin er at fáa,
svara ja av hjartans grund.
Orð/lag: Carl Broberg. Lag: Eyðun Jacobsen. Týtt: ØB

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *