Lýsti av hæddini

Sangurin varð framførdur av Kristnastovukórinum á fyrsta sinni um jóltíðir 2012. Hetta kór var bert virkið í stutta tíð. Sangurin var skrivaður nakað frammanundan og er síðani nakað broyttur.  Orð/lag ØB.

Markir uttan fyri Betlehem 

Lýsti av hæddini ljósið úr dýrdini,
Kristus, Guds Sonur, varð borin í heim.
Móðurin sveipaði barnið í krubbuni,
undrandi hirðar – stór frøi á teim.
Himmalsins Harri steig niður á fold.
Føddur í Betlehem, Orðið varð hold.
Komin vár frelsari, sonurin einborni,  
givin var gáva so stór.
Hoyrdist á eingjunum, lovandi Harranum,
ljómandi einglakór.

Hirðar í takksemi Harranum prísandi
fyri ta signing, ið fall teim í lut.
Hjørtuni bíðandi eftir Messiasi
signaðu barnið og tilbóðu Gud.
Komin Immanuel, vrakaður tó
var Hann, ein dag mátti renna hans blóð.
Stórur tó sigurin, ævigur friðurin,
Hann teimum friðleysu bar.
Harri og frelsari, undrandi, takkandi
vilja vit prísa tær.

You may also like...