Har ótti og vón ganga hond í hond

Sæð við føroyskum eygum er tað áhugavert, at júst standmyndin av heimskenda læknanum Niels R. Finsen skal standa uttan fyri Ríkissjúkrahúsið. Finsen vaks upp í Føroyum, gjørdist lækni og fekk stóran týdning fyri læknavísindini. Hann rakti við ta lekjandi megi, sum sólstrálirnar høvdu, og legði lunnar undir gransking á hesum øki. Í bygningunum, sum síggjast aftan fyri standmyndina, finnast hvørja viku føroyingar, sum eru vaksnir upp í sama landi sum Finsen. Tey eru komin úr Føroyum at leita sær heilsubót – hetta, sum Finsen var ein slóðari fyri.

Partur av tænastuni
At vitja sjúklingar hevur verið partur av tænastuni hjá Kristnastovu, síðani verkið byrjaði í 1973. Nógv er broytt síðani tá. Tá var einki Hotel Tórshavn – eingin ráðgevingartænasta herniðri – og eingin sjúklingavegleiðari. Tað er komið síðani og er í dag ein partur av tí tænastu, sum heilsuverkið kann bjóða sjúklingum og avvarðandi. Men so er tað andaligi tørvurin, tørvur, sum hvørt menniskja hevur, sum enntá mest framkomnu læknar ikki kunnu geva. Og her er tað, vit í Kristnastovu hava havt eina uppgávu at røkja. At lurta, at stuðla og stimbra – at biðja fyri teimum, sum fara gjøgnum torførar tíðir. Og ikki minst: at vísa teimum á Harran Jesus, hvørs hjarta brann fyri teim sjúku og líðandi.

Her kommer præsten
Tá ið ein hevur gingið á Ríkissjúkrahúsinum í yvir 40 ár eru tað fleiri av sjúkrasystrunum, sum vita, í hvørjum ørindum vit koma. So orð sum “her kommer præsten” hoyri eg viðhvørt, tá eg komi inn á onkra av deildunum.
Nakað síðani var ein av sjúkrasystrunum, sum helt fyri við meg, at “alle færøske patienter synes at have deres bibler med.” Tað helt eg vera eitt gott skoðsmál at geva landsmonnum mínum. Og hóast tað nokk ikki kann sigast um allar føroyingar, so er tað so mangan, at eg leggi merki til eina bíbliu, sum liggur á náttborðinum.

Vón og ótti
Ríkissjúkrahúsið er eitt hús, har vón og ótti ofta ganga hond í hond. Spurningar og spenningar. Bíðan eftir kanningum og úrslitum – samtalum og viðgerðum. Húsið er eisini ómetaliga stórt og umfatar fleiri bygningar. Føroyingar eru mangan spjaddir víða um. Tí er tað, at vit av og á heita á fólk um at lata okkum vita, tá ið fólk koma niður í sjúkraørindum, sum treingja til vitjan.
Vit hava kent okkum sera vælkomin millum tey sjúku og teirra kæru. Vit hava merkt, at Harrin hevur signað hetta arbeiðið. Mong vinabond eru knýtt við fólk, sum hava verið niðri antin sum sjúklingar ella avvarðandi.

Sjúklingahotellið
Umleið ein kilometur frá Ríkissjúkrahúsinum er Sjúklingahotellið Tórshavn, har sjúklingar, sum ganga til ambulantar viðgerðir og avvarðandi búgva. Hvørt týskvøld verður ein andakt hildin – og vit hava ábyrgd av henni annaðhvørt týskvøld. Hetta eru ofta góðar løtur, har sangurin um Harran ljóðar, og Orðið verður borið fram. Aftan á møtið er høvi er at heilsa upp á fólk aftur við einum kaffimunni.
Ofta kemur bussurin, Sóljan kallað, í túnið í Kristnastovu við fólki, sum ynskir at koma saman við okkum um Orð Guds, og tað eru vit fegin um. Vit hava tey í huga og bønum okkara.

Øssur

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *