Aftur á Oxford Allé

Nú ið tað seinni í ár verða fimti ár, síðani vit fóru undir eitt evangeliskt verk millum føroyingar á Amager, fekk eg hug at steðga á á okkara gomlu adressu og taka onkrar myndir. Hetta var á Oxford Allé, sum ikki er langt frá Birmavej – umleið hálvan annan kilometur haðani. Har búleikaðust vit í nærum seks ár.
Sæð uttanífrá er tó ikki nógv broytt. Á endanum á raðhúsinum, har vit hildu til, eru nú tríggjar íbúðir – eins og tað var, tá vit fluttu inn at búgva og hava møti. Haldi meg síggja, at rimarnar rundan um urtagarðin eru teir somu, sum vit fingu skift, tá vit búðu har – tó nakað mosagrógvnir. Nummarið á húsinum, sum vit fingu sett upp – og er stórt í vavi, – stendur har framvegis, málað í hvítum. Ivaleyst var nummarskeltið gjørt so stórt, fyri at føroyingar lættari kundu finna fram til røttu adressuna.
Í niðastu íbúðini í húsunum vóru nógvar góðar løtur hjá útisetum í sjeytiárunum, sum komu saman hvørt fríggjakvøld – fyrst í heimi okkara og síðani í fundarhøli, sum varð innrættað eftir keypið. Har ljóðaði Orð Guds, og har sungu vit av hjarta og sál. Har var samfelag, hugni, drekkamuður og prát – eins og á Birmavej í dag.
Á Oxford Allé búleikaðust vit í tíðarskeiðinum 1973 – 1979. Tá fluttu vit til Birmavej 36, sum lá eitt vet longri úti á Amager.
Á fyrstu trimum myndunum niðanfyri síggja vit “gomlu Kristnastovu”, sum hon sær út í dag. Síðani eru nakrar myndir frá ymsum fríggjakvøldssamkomum í 70unum. Eisini síggja vit fundarhøli okkara, sum var ein samanlegging av tveimum stovum, og eisini sæst bókastovan, sum vit innrættaðu í kjallaranum.

You may also like...