Eg havi Kristi kærleik

Orð og lag: O.A. LAMBERT og JOHNNIE HOPE. Týtt: ØB

Á Golgata, har Jesus leið deyðan fyri meg,
hann gav sítt lív so heilagt, og frið nú eigi eg.
Nú syngi eg um hann, sum drakk ta beisku skál,
so eg fekk Kristi kærleik í mína sál.

Eg havi Kristi kærleik í míni sál,
:,: í míni sál, :,:
og hann er øll mín gleði, mítt lív, mítt mál,
tí hann livir jú í míni sál.

2. Og um teg syndin freistar, og veikur tú tá ert,
tá minst, hans eyga vakir, hann veit um tað, tú gert.
Á, bið hann tá um kraft, er gøtan myrk og hál,
so kennir tú hans kærleik í tíni sál.

Sangurin eftir O.A. Lambert og Johnnie Hope, sum á enskum eitur “Down deep in my heart,” kom fram gjøgnum fyrstu EP-plátuna hjá Sangbrøðrum, sum kom út í 1966.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *