Lat ljós andlits tíns

Orðini “ljós andlit tíns” koma fram fleiri ferðir í Sálmunum. Ivaleyst eru hetta orð, sum hava sín uppruna í signingini, ið høvuðspresturin signaði ísraelsmenn við eftir boði HARRANS (4. Mósebók 6,24-26): “HARRIN signi teg og varveiti teg! HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir tær og veri tær náðigur! HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!”
Hesin stutti sangurin varð skrivaður stutt eftir aldarskiftið og kann syngjast sum kvøldbøn, ella tá ið vit fara hvør til sítt.

Lat ljós andlits tíns lýsa yvir meg,
lat náði tína yvir okkum vera.
Títt dýrt keypta fólk spjatt á foldum er,
lat styrki tína uppi teimum bera.
So dýrt er títt navn – tú Kongur konganna,
vár Frelsari, sum steig úr dýrd her niður.
Lat ljós andlits tíns lýsa yvir meg,
og yvir okkum valdi nú tín friður.
                         Orð/lag: ØB          Nótar HER           Ljóðfila niðanfyri

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.