Gævi dagur aldri fór at halla

Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar mangan syngja saman á fundum og samkomum. Sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind.

Tað er eins og at, yrkjarin vil siga: . Gævi, at klokkan steðgaði her. Gævi, at vit klundu fastfryst hesa myndina í livandi líki. Gævi, at lívið steðgaði her, meðan sólin stendur hægst á himli og alt er ljóst og gott.

Men ljósasti dagur er eisini undirlagdur náttúrulógini, og sólin fer eisini at halla ársins longsta dag. Hvør dagur hevur sína ásettu tíð, og so fer hann at halla og kvøldið kemur. Og tá hásummarið er farið og komið er út í august og septembur mánaða, so merkist, at vit eru á veg aftur inn í tað myrku tíðina. Veturin er á veg. Tíðin steðgar ikki á.

Og soleiðis er við lívi okkara. Eftir lívsins vár, tá lívið tykist sum eitt spæl og einki er óført, so kemur lívsins heyst við minkandi megi og orku. Tí er tað at Prædikarin í gamla testamentið sigur “Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagarnir koma, sum tú fert at siga um: Teir líka mær ikki”.

Lívið er stutt og stokkut – men ikki so við tí æviga lívinum, sum bíblian talar um. Og tí er tað umráðandi hjá okkum øllum at grípa tað æviga lívið, sum fæst við trúgv á Jesus. Hann er dyrnar til tað tilveru, sum er óheft av árstíðum lívsins og aldri fær enda. Jesus kom fyri at geva okkum “lív í yvirflóð.” Dagurin kann halla her á foldum, men fyri tann sum trýr á Jesus, er ein heilt onnur náttúrulóg eisini galdandi. Tí Jesus segði “Eg livi, og tit skulu liva”.

Latið okkum njóta summarið, og alt tað vakra, vit kunnu síggja, hoyra og uppliva. Men latið okkum ikki gloyma skapara okkara, men søkja Hann, meðan Hanner at finna.

Tað verður sagt, at tann stóri evangelisturin Moody einaferð segði: “Einaferð fer tað at standa ein lýsing, sum boðar frá, at nú er Moody deyður. Trúgvi  tí ikki, tí hann er ongantíð meiri á lívi enn júst tá.” Hetta er bæði vissa og vón hins kristna. Fyri tann, sum trýr á Jesus, er dagurin júst byrjaður, og fer aldri at halla.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *