Vit hittust aftur
Ein av teim forkunnugu hendingunum, eg upplivdi í 2025, var seinnapartsløtan í Ebenezer mánadagin 15. september, tá ein lítil flokkur av fólki, sum hevði gingið í bíbliuklassanum hjá Peturi Háberg í 50unum og 60unum, hittust aftur. Skarin kundi verið nógvar ferðir størri, men var avmarkaður til teirra, sum vóru við á eini felagsmynd, tikin í viðalundini ein sunnudag umleið 1960 – umframt nøkur aftrat.
Fór miðvíst gjøgnum bíbliuna.
Petur Háberg, sum stendur uttast til høgru við soninum, Pætur, hevur verið í góðum árum tá, umleið 46 ára gamal.
Petur fór miðvíst gjøgnum Bíbliuna við okkum – bók fyri bók. Hetta gjørdi hann á ein livandi og spennandi hátt, sum fangaði okkara áhuga. Vit fingu árstøl, bakgrund og forvitnisligar upplýsingar. Lunnar vóru lagdir undir ein grundleggjandi kunnleika til bíbliuna, sum gav okkum ein andaligan førning og alsk til Orðið.
Minnirík løta
At hitta nøkur av hesum fólkum og ungdómsvinum aftur, sum einaferð vóru ung í Ebenezer, var hugaligt og tankavekjandi. Vit sungu sangir og kór, vit mintust frá 50unum og 60unum, Vit hugleiddu um minniríku tíðina við bíbliuklassanum, ið tá helt til á loftinum í gamla Ebenezer. Fleiri teirra, sum eru við á gomlu myndini, eru nú heima hjá Harranum, og tey mintust vit við tøgn og takksemi.
Nøkur luttóku á samkomuni, sum tó ikki vóru við á gomlu felagsmyndini. Teirra millum var Maria í Ulløvruhúsinum, sum hjálpti okkum við sanginum, meðan Krista Otthamar og Elsebeth Háberg stóðu fyri einum góðum drekkamunni.
Og sólin skein
Tað var Svenning, sum fekk hesa samkomu í lag, og leiddi løtuna, sum framkallaði nógv dýrabør minni.
Uttanfyri skein sólin fagurliga, og farið var eisini útum at fáa eina felagsmynd av teimum, sum vóru við á fyrstu felagsmyndini.
Hetta var í allar mátar ein sólskinsløta, sum vit fara at minnast.
Tey sum síggjast á myndini her, tikin uttan fyri Ebenezer, vóru øll við á gomlu felagsmyndini:
Jógvan Hammer, Svenning av Lofti, Monrad Mortensen, Øssur Berghamar, Emma á Bøgarði, Eydna Háberg, Jóna Rasmussen, Annika Gaard, Ásgerð Thomsen, Karin Djurhuus, Gunnvør Justinussen og Jóan av Reyni.
Niðanfyri
eru fleiri myndir aftrat.








