Á, hvør er hasin maður

Orð: Brynleif Hansen. Lag: ØB    NÓTAR niðan fyri tekstin.   Umtala av sanginum niðast.  

 Á, hvør er hasin maður, ið krossin bera má,
so vanvirdur og tyngdur, má líða spott og háð?
Jú, hatta er Guds Sonur, við tornum krýndur fer
við sigri inn í deyðan og mínar syndir ber.

Ja, fyri mínar misgerðir soraður tú varð
og fyri míni lógbrot ta hvøssu krúnu bar.
Tín máttur upp nú tornar, tín tunga loðar føst,
sum vaks títt hjarta bráðnar – tú pínur mínar tókst.

Tú, Leyvan, rótskot Dávids, tú hevði allan mátt,
sum lamb tú bart tað stillur og toldi háð og spott.
Tú kærleiksfulli maður til krossin negldur varð,
ja, mína straff tú toldi og mínar sjúkur bar.

 Sí nótar HER

Brynleif Hansen


Evangeliski boðskapurin um Jesus lá Brynleif Hansen, evangelisti, nógv á hjarta. Hann var gripin av boðskapinum. Hin líðandi Messias, sum verður umtalaður í Esaias kap. 53, er ivaleyst í huga Brynleif Hansens, tá ið hann skrivar henda stutta, talandi sangin. Tey trý versini vórðu funnin millum tilfarið, ið lá eftir Brynleif, eftir at hann hevði latið lív í flogvanlukkuni í Mykinesi hin 26. septembur 1970. Lagið varð gjørt um 1988-90.

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *