Av náði Guds

Orð & lag ØB  (Sí søguna um sangin niðast)     A-cis –        NÓTAR her

Mínum frelsara eg takka vil av hjarta,
fyri signingar og vernd á lívsins leið.
Hann meg trygt á herum bar
– var altíð har,
hóast skeivt var mangt eitt stigið, ið eg steig.
Mangan ivandi mítt hjartað hevur verið,
mangan vantrúgvin og sjálvráðin eg var.
Men av náði Guds eg eri tað eg eri,
og hans náði stór var móti mær.

Eg vil takka Honum fyri míni kæru,
fyri tey sum bóðu fyri míni sál.
Fyri tey, mær rættu hond
– mong vinarbond,
fyri tey, ið hjálptu mær at seta mál.
Ofta lítið hugsandi eg havi verið,
mangan gloymt, at alt, eg fekk, mær givið var.
Men av náði Guds eg eri tað eg eri, 
og hans náði stór var móti mær.

Mínum frelsara eg lova vil av hjarta,
Honum prísa, sum meg leiddi higartil,
fyri lív í yvirflóð
– og lyfti góð,
at hann allan vegin heim meg bera vil.
Orðið sigur, at eg líkur honum verði.
tá eg andlit hans skal skoða uppi har.
Ja – av náði Guds eg eri tað, eg eri,
og hans náði stór var móti mær.

Á várið 2012 fór undirritaði um tey 70. Harrin hevði verið góður móti mær hesi mongu ár, og stutt eftir var hesin afturlítandi sangur skrivaður,  har eg við orðum og tónum kundi bera Gudi mínum eina hjartans tøkk fyri náði og trúfesti Hansara. Hetta gjørdist ein persónligur vitnisburður, har orð Paulusar í 1. Kor. 15,10 eisini gjørdust livandi fyri mær: “Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis.” Hetta kundi eg bara siga amen til.
Sangurin var fyrst framførdur av kórinum í Kristnastovu, sum var virkið um ta mundið.                                                                                        – Ø –

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *