Category: YMIST

Rúna sjeyti

Henda grein stendur í Sosialinum nú um vikuskiftið í samband við at systir undirritaða nú er er farin um tey 70 árini: Fríggjadagin 18. september fyllir Rúna Berghamar 70 ár. Rúna hevur búð í Havn tað allarmesta av lívstíð síni. Hon er dóttir Tinnu og Sigurd Berghamar og nummar trý av fýra systkjum. Fyrra barnaheim hennara var í Rættará og hitt seinna við Dalavegin. Eftir lokið...

Andakt og samfelag – uttandurað

Nú er eitt hálvt ár, síðani landið varð afturlatið, og tað er jú framvegis bara partvíst latið uppaftur. Eitt nú ber framvegis ikki til hjá okkum at koma á gátt á Sjúklingahotellinum og halda tær andaktir,sum vit annars plaga at hava har annað hvørt týskvøld. Men vit eru fegin um alternativu loysnina, sum vit hava roynt nú í longri tíð: at hava eina andakt á...

Bók um lív og vitnisburð Jim Elliots

Vit eru enn mong, sum minnast hendingina og søguna um fimm trúboðararnir, sum í 1956 lótu lív, tá ið teir royndu at koma inn til Auca-ættarbólkin í frumskóginum í Ekvador fyri at boða evangeliið um Jesus. Í Føroyum var nakað eftir hendingina greitt frá hesum djørvu, ungu monnum við orðum, myndum og tónum, og tað kundi ikki annað enn grípa hjørtu okkara, sum vóru ung...

Peter Maiden heimkallaður

Peter Maiden, fyrrverandi leiðari av missónsfelagsskapinum OM (Operation Mobilisation), var heimkallaður til Harran 14. juli eftir at hava verið sjúkur eina tíð. Hann varð 72 ára gamal. Peter Maiden var í Danmark fleiri ferðir og hevur m.a. luttikið á fleiri stevnum og møtum hjá Skovlunde Frikirke, har kona hansara, Win, eisini onkuntíð var við.  Tað hevur altíð verið nógv og gott samband millum føroyskar samkomur...

Ein serstakur dagur

Leygardagurin 20. juni var ein heilt sertakur dagur hjá okkum, tí tá vit kundu halda okkara gullbrúdleyp. Liðin vóru 50 ár, síðan sólríka dagin í Hounslow, uttan fyri London, tá vit vórðu vígd hjún at vera í “Maswell Park Evangelical Church”, sum var andaliga heimið hjá Susan gjøgnum barna- og ungdómsár. Vit fingu eitt rættiligt “surprise” um 9 tíðina á morgni, tá nakrir morguntónar hoyrdust...

Torfør støða hjá trúboðarum

Nógvir av trúboðarum okkara úti í heimi eru nógv skerdir av støðuni við koronasmittuni. Teirra millum eru hjúnini Nurimar og Johannus Frants Poulsen, ið er ættaður av Eiði. Tey hava virkað í  Venezuela í mong ár. Í Bønarløtuni stendur hesin stutti, men talandi tíðindastubbi: Skógurin er fullkomiliga avbyrgdur. Trúboðarar sleppa hvørki inn ella út. Ikki er loyvt at ferðast ímillum landspartar. Einki bensin verður selt....

Lennox við forvitnisligari bók

Týsdagin 2. juni gevur KFS bókina “Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?” út!  Tað boðar heimasíðan hjá Leirkerinum frá og sigur, at forlagið eisini fer at selja hesa bók. Hon verður til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum. Víðari verður sagt: „Ongin í vesturheiminum hevur eina greiðari og vísari rødd enn John Lennox. Øll tey, sum hava hoyrt deyðseingilin flúgva um heimin og eru...

Á grasgrønum eingjum

Lovsangur teirra kristnu hoyrist ikki sum áður í húsi Harrans, nú ið eingi almenn møti og gudstænastur fara fram í hesum døgum. Hetta skyldast sjálvandi tey tilmæli, sum eru komin frá mynduleikunum í samband við Korona smittuna.  Tíbetur verða vit tó ikki forða fyri at syngja fyri okkum sjálvi og kunnu gera tað heima við hús, í bilinum, ella tá vit ganga ein túr.  Lovsangurin...

Broyting í ferðaætlan

 Støðan hjá føroyskum trúboðarum tykist at vera tann sama í fleiri londum kring heimin, nú Koronasóttin er farin at gera um seg ymsastaðni og ávirkar virksemið  og lívið sum heild. Eitt nú sigur Óli á Grømma Jacobsen, sum býr í Alabama í USA, at hann og konan Judy kunnu fara til handils, men annars halda tey seg heima eftir tilmæli frá mynduleikunum. Eingi møtir eru...

Føroyaferð hjá Logos Hope er útsett

Koronakrímið, sum av álvara hevur gjørt við seg í hesum døgum, hevur merkt, at nógvar ferðir og tiltøk verða avlýst ella útsett, eisini í kristiligum høpi. Logos Hope skuldi koma til Føroya nú í summar, men avgerð er tikin um at útseta hesa ferð. Hetta boðar OM Føroyar frá á heimasíðu teirra (om.fo), har sagt verður at “tað harmar eisini leiðsluna á skipinum almikið, sum...