Peter Maiden heimkallaður

Peter Maiden, fyrrverandi leiðari av missónsfelagsskapinum OM (Operation Mobilisation), var heimkallaður til Harran 14. juli eftir at hava verið sjúkur eina tíð. Hann varð 72 ára gamal.
Peter Maiden var í Danmark fleiri ferðir og hevur m.a. luttikið á fleiri stevnum og møtum hjá Skovlunde Frikirke, har kona hansara, Win, eisini onkuntíð var við.  Tað hevur altíð verið nógv og gott samband millum føroyskar samkomur og OM, og Peter vitjaði eisini í Føroyum í 2012.  Ein av bókum hansara  er umsett til føroyskt, sum eitur “Tak mítt silvur” og viðger evnið at geva til Harran og verk Hansara.
Peter Maiden var breti og gjørdist altjóða leiðari fyri OM í 2003, tá hann avloysti George Verwer. Hann var leiðari av OM inntil 2013, tá hann varð avloystur av Lawrence Tong, sum er úr Singapore.
Peter Maiden var ein avhildin og eyðmjúkur tænari Harrans við einum hirðahjarta, ein góður bíbliulærari og visionerur leiðari, undir hvørs leiðslu OM arbeiðið varð styrkt munandi – eitt nú í Afrika og Asia.  Hann var ein trúfastur maður, ið var halgaður Kristusi og var íðin í tí 
vítt fevnandi tænastu, sum hann kendi seg kallaðan til, bæði heima og burturi.

Win og Peter Maiden

Peter og konan, Win, áttu trý børn, Tim, Becky og Dan, og 10 barnabørn.  Sí annars tað, sum stendur á OM-heimasíðuni, sum kann síggjast HER.

 

You may also like...