Andakt og samfelag – uttandurað

Nú er eitt hálvt ár, síðani landið varð afturlatið, og tað er jú framvegis bara partvíst latið uppaftur. Eitt nú ber framvegis ikki til hjá okkum at koma á gátt á Sjúklingahotellinum og halda tær andaktir,sum vit annars plaga at hava har annað hvørt týskvøld.
Men vit eru fegin um alternativu loysnina, sum vit hava roynt nú í longri tíð: at hava eina andakt á grasvøllinum uttanfyri. Hetta hevur tó ikki verið um kvøldi, men seinnapartin kl. 15.30 og hevur savnað ein fittan skara av fólki saman. Tey flestu av teimum, ið koma, sita við borðini uttanfyri ,men nøkur síggjast eisini á onkrari altan í bygninginum.
Orðið verður borið fram, og vit syngja mest sangir, sum fólk kenna, og eftir andaktina gevst høvi at práta saman.

Hesi umboðaðu Kristnastovu til eina av andaktunum í summar

Vit eru takksom fyri hendan møguleikan og tað uppbakking, vit hava fingið frá Sjúklingtahotellinum. Og nú, ið hálvt ár er farið, síðani støðan gjørdist hendan, mugu vit ásanna, at vit hava havt nógvar, góðar uttandurað løtur.
Í skrivandi stund er tað tó einki, sum bendir á, at núverandi støða broytist í bræði. 

You may also like...