Bók um Ezekiel útkomin

Vit hava í greinini um Operation Josva nevnt prædikumannin og høvundan Poul Madsen, ið var ein av stigtakarunum til Operation Josva, eitt evangeliskt verk sum fór fram tíðliga í sjeytiárunum. Og júst í hesum døgum er nýggj bók útkomin í Føroyum við hesum høvunda, og sagt verður í tíðindaskrivi:

Forlagið, Leirkerið, hevur júst givið út bók við heitinum: EZEKIEL – profetur og prestur.
Høvundur er danin, Poul Madsen (1916-2009). Bókin er ein gjøgnumgongd av bók Ezekiels í Gamla Testamenti.

Bókin er skrivað eftir bíbliutímum, sum Poul Madsen helt í seinnu helvt av 1950 árunum í Keypmannahavn. Tað er tí umráðandi hjá tí, sum nú lesur bókina á føroyskum hesi mongu ár eftir, at geva sær far um – í fyrsta lagi, at hon er bíbliutímar til danir fyri umleið 65 árum síðan, og í øðrum lagi at hugsa um tað, sum Poul einaferð skrivaði um eina aðra bók hjá sær: „Eg havi valt at varðveita tað talaða málið og biði tí lesaran seta seg í stað áhoyrarans og hugsa um, at orðini upprunaliga eru talað og ikki skrivað.“

Sonur Poul Madsen, Aksel Tarras Madsen, hevur eftir umbøn skrivað m.a. hetta um pápa sín til føroysku útgávuna:
Min far, Poul Madsen, var uddannet cand.jur., men havde studeret skrifterne under krigen og det blev afsættet for hans kald, at udlægge skrifterne, alle Bibelens bøger.

Far var flittig og arbejdsom, men aldrig forhastet. Han rejste i hele Norden, Tyskland og Schweiz, hvor han blev inviteret til at udlægge skrifterne. Han var glad for invitationerne til Færøerne og vennerne blandt det færøske folk, som han satte stor pris på.

I sin forkyndelse ville han ikke vide af andet end Kristus og det som korsfæstet, og i det lå og ligger friheden. Han studerede alle de store teologer og fik udbytte deraf, også når de ikke så ens på teologiske spørgsmål.

 Páll á Lakjuni týddi bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps her á nethandlinum og í bókahandlunum kring landið.

You may also like...