Category: ORÐIÐ

Nýggjársbønin røkkur longri

Nýggjárslyfti eru góð, men viðbrekin. Betri er við nýggjársbønum. Tað var hugsan William MacDonalds (1917-2007), sum var kendur, avhildin bíbliulærari úr USA, knýttur til Emmaus Bíbliuskúla. William Mac Donald skrivaði 84 bøkur tilsamans. Tvær av bókunum eru umsettar til føroyskt: ”Hugsa um framtíð tína” og ”Ein leið er heimaftur til Gud.”  Báðar hava ein sera tankavekjandi boðskap til trúgvandi. Og rannsakandi er eisini hendan nýggjársbøn...

Guds svar til stúran

”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar …” 2. Tim 1,7 Bíblian sigur: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.” At vinna á óttanum byrjar við fatanini av, at ótti er ‘ein andi,’ og hann er ikki frá Gudi. Fyri hvørja ferð tú fatar tað, er lættari hjá tær ikki at geva eftir fyri honum. Hvat gevur...

Leið meg til klettin

 Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg! Sálm. 61,3 Tað stendur ein stórur klettur uttan fyri eini gomul hús niðri við Rættará í Havn. Vit, ið vóru smádreingir í fimmtiárunum og búðu har í grannalagnum, høvdu til fragd at klúgva upp á klettin – sum vit eisini kallaðu hann. Tíðin er farin,...

Kærleikin má opinberast

Poul Madsen var kendur, danskur høvdundur og prædikumaður, sum mong okkara minnast fyri hansara framúr áhugaverdu og gevandi bíbliutímar og blaðgreinir. Poul Madsen, sum livdi í tíðarskeiðinum 1916 – 2009, var fleiri ferðir í Føroyum. Greinin “Kærligheden” stóð í  blaðnum “Mod Maalet” í 2005. Hon er tankavekjandi og øðrvísi enn so mangt annað, sum sagt og skrivað er um hetta evnið. Poul Madsen skrivar soleiðis...

Tá ið kongurin kom

Eg minnist væl frá mínum barnaárum, at Fríðrikkur kongur níggjundi kom á vitjan í Føroyum. Minnist stásiliga kongaskipið, Dannebrog, sum legði til bryggju í Havn, minnist horntónleikin og hátíðardámin, sum fylgdi við vitjanini. Helt tað vera undarligt at rópa hurra níggju ferðir, men skilti boðskapin – at hetta bara var gjørt við kongavitjan. Eg síggi framvegis fyri mær henda hábærsliga mannin í myrkum uniformi, sum...

Kall Harrans á ungan mann

Áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði eg teg….Tú skalt fara til øll, ið eg sendi teg til og tala alt, ið áleggi tær at tala.  Jer. 1,5 og 7. Kann Harrin kalla á ein tannáring og geva honum eitt týðandi álitisstarv? Tað tykist søgan um Jeremias profet at siga okkum. Tí menn meina, at...

Trúgvin og burturvilstu synirnir

  “Maður hevði tveir synir. Hin yngri … fór avstað til land langt burtur; … Men hin eldri sonur hansara …” (brot úr Luk. 15) David Peckham var eitt kent navn í føroyskum samkomuhøpi. Mong eldri minnast hann frá bíbliuskeiðum, møtum og barnamøtum afturi í trýssunum. Hann átti eisini stóran lut í, at Páll Poulsen og Óli á Grømma fóru út sum trúboðarar við New...

Tað er stilt í húsi Harrans

Ein regla úr einum gomlum sálmi hevur malt í huga mínum aftur og aftur, nú ið eingi almenn møti hava verið í samkomum og kirkjum í fleiri vikur. Reglan er úr sálminum, sum byrjar við orðunum “Hin ljósi dagur svann” og sigur víðari “stilt var í Harrans húsi.” Og ja – tað er stilt í húsi Harrans í hesum døgum. Og tað er ikki tí...

Hin líðandi Messias

Tá ið eg var smádrongur, var eg mangan drigin at hesi myndini,  sum hekk í stovuni hjá ommu míni í Havn. Onkunsvegna so greip hon mítt barnahjarta, hvørja ferð eg vitjaði Ommu. Myndin er av tí tornakrýnda Kristusi. Niðast til vinstru á myndini stendur JW, sum merkir Jógvan Waagstein, ið var ein kendur føroyskur listamaður og lagskrivari. Men so hevur Waagstein eisini skrivað “efter Reni”....

Sum dagar tínir eru

Onkur minti meg nú um dagarnar um nøkur orð, eg hevði skrivað í andaktsbókini “Ein dag í senn”. Tað snýr seg um ta fyrstu andaktina við yvirskriftini “Sum dagar tínir eru”,  ið m.a. umtalar ta óvissu, sum altíð er tengt at okkara lívi. Tí viðhvørt hendir okkurt óvæntað, sum ikki stóð í kalendaranum og kom óvart á okkum. Í nevndu andakt eru fýra ímyndað dømi...