Sum dagar tínir eru

Onkur minti meg nú um dagarnar um nøkur orð, eg hevði skrivað í andaktsbókini “Ein dag í senn”. Tað snýr seg um ta fyrstu andaktina við yvirskriftini “Sum dagar tínir eru”,  ið m.a. umtalar ta óvissu, sum altíð er tengt at okkara lívi. Tí viðhvørt hendir okkurt óvæntað, sum ikki stóð í kalendaranum og kom óvart á okkum. Í nevndu andakt eru fýra ímyndað dømi nevnd – eitt teirra var hetta, at “Ein krímsjúka gjørdi, at vit máttu avlýsa allar avtalur og vera heima”.
Tá eg skrivaði hetta, grunaði eg sjálvandi ikki, at hetta fór at gerast veruleiki við eini so umfatandi krímsjúku, sum seinastu vikurnar hevur gjørt vart við seg, so flestu kalendarar eru at kalla ruddaðir. Fundir verða avlýstir, og samkomur, ferðir og tiltøk verða av ongum. Tað er tað, ið vit eru vitni til í hesum døgum, og hetta fer fram í rættiliga stórum parti av heiminum.
Men so má eg eisini skunda mær at siga, at lyfti Harrans galda eisini í eini tíð sum hesari fyri hvønn tann, sum trýr á Kristus. Eisini í hesum koronadøgum stendur orðið við makt, sum sigur, at “sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera”.  Og vit kunnu gera hesa bøn til okkara:
  Bert ein dag í senn, mín Jesus,
  tað er alt mær tørvar júst nú.
  At liva meg lær
  við styrki frá tær.
  Mítt álit ert tú.
(úr sanginum nr. 749 í NSGF)
Annars kann nevnda andaktin lesast HER.                                                  Øssur
                                                                                                      (berghamar@kristnastova.dk)

 

 

 

You may also like...