Category: HUGLEIÐING

Bygging fyri lívið

Stór bygging fer fram á økinum, har Ríkissjúkrahúsið stendur. Nýggir bygningar eru komnir undan kavið, og tú fært eyga á stórt, gult skelti hjá byggifyritøkuni við orðunum “Vi bygger for livet”.  Orð, ið helst eisini meinast symbolskt og sipa til ta uppgávu, sum Ríkissjúkrahúsið hevur. Gomlu bygningarnir eru niðurrivnir, og nýggir eru komnir undan kavi. Men á myndini, sum eg tók hendan dagin, situr eisini...

Legan í Kikhavn í 1989

Árliga legan hjá Kristnastovu, sum verður á Nordsjællands Efterskole nærkast og verður i døgunum 17 – 20. oktobur. Í mong ár var afturvendandi heystlegan hildin uppi í Kikhavn, sum liggur beint uttan fyri Hundested. Í hesum sambandi havi eg leita felagsmyndina fram frá leguni í Kikhavn í 1989 – altso fyri júst 30 áum síðani. Eisini havi eg hugt í blaðið Boðberin, sum kom út...

Fyrsti skúladagur mín

Vit eru í september mánaða, og heystið er yvir okkum. Skúlarnir eru byrjaðir aftur. Fyrst vóru tað børnini, sum fóru aftur í skúla, og síðani tey ungu, sum eru farin á eftirskúlar ella hægri skúlar. Men í hesi grein leita vit 70 ár aftur í tíðina, og vit eru í Havn í august mánaða 1949. Dagurin stendur enn klárur í hugaheimi mínum, tá eg sum...

Hondin omanífrá

Einaferð í nítiárunum kom eitt tindasvín (pinnsvín) sær í óføri við eitt kjallaravindeyga í Kristnastovu. Tað var fangað av støðuni og megnaði ikki at koma sær burtur. Tað fekk tó umsíðir eina hjálpandi hond og varð sett í frælsi. Men hetta gav eisini íblástur til eina grein, sum stóð á baksíðuni í Boðberanum, og greinin kann síggjast her.

Tá Kristnastova flutti adressu

Sum nevnt áður eru júst nú í summar 40 ár liðin, síðani Kristnastova flutti av Oxford Allé yvir á Birmavej, sum tó ikki liggur langt frá fyrru adressuni á Amager. Við hesum nýggja, stásiliga húsi fingu vit munandi betri og rúmari karmar til verkið. Flytingin av Oxford Allé, sum fór fram á hásumri í 1979, varð umtalað í føroyska útisetablaðnum Boðberin, sum kom út um...

Tankavekjandi yrkingin um mánan

  Fimti ár eru liðin, síðani lendingina á mánananum 20. juli 1969, sum miðlarnir hava gjørt nógv burturúr seinastu tíðina. Í hesum sambandi havi eg hug at taka eina yrking fram, ið var gjørd í kjalarvatninum av lending amerikumanna á mánanum. Talan er um yrkingina hjá Brynleif Hansen, har hann setti hendingina í eitt andaligt perspektiv. Hetta megnaði hann at gera á livandi hátt –...

Ein Orðsins maður

  Tann 1. Juli vóru 10 ár síðani prædikumaðurin Poul Madsen andaðist í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ein bíbliukønur maður og ein Orðsins mynduleiki, sum hevði ómetaliga nógv at geva. Føroyar og føroyingar lógu honum eisini nógv á hjarta. Tá hann var farin, skrivaði undirritaði eina stutta minnisgrein um Poul Madsen. Nakað av greinini verður endurgivið her: Poul Madsen var...

Á Birmavej í 40 ár

Júst nú í summar eru 40 ár liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu flutti frá Oxford Allé yvir á Birmavej 36 á Amager. Hetta var í 1979, og ikki var langt millum húsini, kanska ein kilometur. Men munurin var stórur, tí hølini, ið vit vóru til taks á nýggju adressuni, vóru munandi rúmligari og betri egnað til verkið. Tað tók sína tíð at fáa neyðug loyvi...

Breiðið krossins merki út

Í ár eru 100 ár, síðani føroyska flaggið veittraði gjøgnum eitt vindeyga á skúlaheiminum, Regensen, har nógvir føroyingar hildu til fyrst í síðstu øld. Og sum náttúrligt er, hevur hetta verið markerað við hornblástri og skrúgongum heima í Føroyum, og røður hava verið hildnar ymsastaðni. Hin 26. apríl 2005 tvs fyri 14 árum síðani – dagin efir sjálvan flaggdagin – fekk undiritaði høvi at halda...

Hin fyrsta bíblian

Leygardagin, hin 16. mars varð okkara barnabarn, lítla Lydia, 2 ár. Millum tær mongu gávurnar, hon skuldi pakka upp, var ein barnabíblia, sum eitur “Alle børns bibel”. Enn er Lydia ov lítil at lesa søgurnar, men hon kann hyggja eftir myndunum og fáa onkrar einfaldar søgur fortaldar av teim vaksnu, eins og vit fingu, tá vit vóru børn. Bíblian minnir okkum eisini aftur og aftur...