Tá Kristnastova flutti adressu

Sum nevnt áður eru júst nú í summar 40 ár liðin, síðani Kristnastova flutti av Oxford Allé yvir á Birmavej, sum tó ikki liggur langt frá fyrru adressuni á Amager. Við hesum nýggja, stásiliga húsi fingu vit munandi betri og rúmari karmar til verkið. Flytingin av Oxford Allé, sum fór fram á hásumri í 1979, varð umtalað í føroyska útisetablaðnum Boðberin, sum kom út um tað mundið. Undir greinini “Kristnastova í nýggj høli”, sum kann lesast niðanfyri. Tá tað stendur JH undir greinini , merkir tað, at hon er skrivað av Jóannes Hansen, sum í dag býr á Toftum, men tá var lesandi útiseti og sat í blaðstjórnini saman við Símuni Fuglø og undirritaða. Í hinari greinini stendur, hvussu tað upplivdist at flyta fríggjadagsmøtið frá Oxford Alle til Birmavej.
Uttanduramyndin av húsinum er tikin, áðrenn tey vórðu handað stovninum. Óneyðugt at siga broytist mangt eftir 40 árum – og tað sæst ikki minst á økinum rundan um húsini. Men eisini aðrar broytingar farnar fram, t.d. á loftshæddini, har tað í dag er ein íbúð, har fyristøðufólkini búgva.
Niðast á hesari síðu er ein leiðbeining til teirra, sum kanska ikki vistu, hvønn buss ein skuldi nýta fyri at koma út á Birmavej 36. Pápi mín, Sigurd Berghamar, var niðri á sumri 1979 og gjørdi skitsuna. Og ja, innan ferðsluna er ymist eisini broytt við árunum, og ferðslumøguleikarnir vorðnir fleiri. Í dag hava vit eitt nú eina Metrostatión tætt við, og haðani tekur tað bert umleið 15 minuttir inn á Nørreport.
Framvegis leitar fitt tal av føroyingum út á Birmavej 36 viku eftir viku fyri at hoyra orð Guds og hava samfelag hvør við annan. Tað gleðast vit um.                                            – ø –

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

You may also like...