Ørkymlandi útmeldingar

Some_of_the_Christian_men_at_the_refugee_camp_OD_spent_time_with-460x

Tað vóru ikki mjúk orð, danski leiðarin av “Åbne døre,” Jørn Blohm Knudsen, skrivar í oddagrein, har hann leggur út við orðunum “Hvis nogen skulle være i tvivl, så lad det være sagt med det samme: Det bliver værre og værre at være en kristen.” Sum dokumentatión fyri hesa ørkymlandi útmelding vísir hann á listan, sum er gjørdur yvir lond, sum søkja at teimum kristnu. Á hesum lista við 50 londum eru Norðurkorea, Somalia, Irak, Syria og Afganistan millum tey fyrstu fimm, men í kjalarvatninum av teimum koma lond sum Sudan, Iran og Pakistan. Globala gongdin er negativ – atsóknir móti teim kristnu eru tíverri vaksandi. Bólkar sum IS og Boko Haram eru komnir fram, sum skapa enn meiri ræðslu og ótrygd.

Men hví verða kristin forfylgd? Jørn Blohm Knudsen vísir á ymiskar orsøkir: islamistisk ekstremisma, diktatorar og kommunistisk stýri – men eisini á orð Jesusar: “Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við” (1. Jóhs. 15,20). So hetta er ikki annað enn tað, Jesus segði fór at koma.
Spurningurin er so, hvat vit kunnu gera, meðan mong av okkara systrum og brøðrum úti í heimi liva í skugganum av vápnaðum hernaðarvøldum, sum vilja teimum ilt. Tað er kanska ikki so lætt – og tó. Jørn Blohm Knudsen heldur, at tey forfylgdu kristnu “skal først og fremmest omsluttes af vores forbøn og dernæst skal de mærke, at de ikke er glemt, men at resten af Kristi legeme bærer med og lider med.” Hann minnir á týdningin av, at vit umgyrða tey við bønum okkara.
Og her kann so leggjast aftrat, at tann, sum vil vita meiri, kann venda sær til felagsskapir sum Åbne døre og OM, sum arbeiða í londum, har tað kann kosta dýrt at vera ein kristin.
Undir øllum umstøðum geva hesar útmeldingar okkum nakað at hugsa um, sum enn njóta trúarfrælsi og góðar umstøður at savnast um orð Guds. Hvussu leingi vita vit ikki.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *