Legan í Kikhavn í 1989

Árliga legan hjá Kristnastovu, sum verður á Nordsjællands Efterskole nærkast og verður i døgunum 17 – 20. oktobur.
Í mong ár var afturvendandi heystlegan hildin uppi í Kikhavn, sum liggur beint uttan fyri Hundested. Í hesum sambandi havi eg leita felagsmyndina fram frá leguni í Kikhavn í 1989 – altso fyri júst 30 áum síðani. Eisini havi eg hugt í blaðið Boðberin, sum kom út í mong ár,  og skanna nakrar síður, sum kunnu síggjast niðanfyri.
Sambært Boðberanum vóru vit um 110 fólk á legu, so vit vóru eisini mong í tali í 1989. Av greinini sæst, at Poul Færø, sum tá hevur verið 51 ára gamal, hevði bíbliutímarnar, og ein 17 ára gamal Andrew Berghamar hevði barnamøti fyri børnunum, sum vóru við. Aðrir luttakarar hava verið eisini, m.a. Levi Joensen, sum tá virkaði í Hirsthals, og Kári Hammer, úr Vági, sum hevur verið við. Á felagsmyndini sæst eisini, at Páll Poulsen – í dag trúboðari í Grønlandi – er við á leguni. Køksliðið telur eisini fleiri kend fólk – á mynd í køkinum sæst Susan longst til vinstru, síðani Anna á Torkilsheyggi, Bjarnhilda Jensen, Jonna Sivertsen, Liss Rasmussen, Greta Joensen og Ruth á Lakjuni. Av teimum eru Jonna og Ruth ikki millum okkara longur.
Vit hava mong góð minni frá legunum í Kikhavn, og tað er ikki sørt við sorgblídni, tá vit líta at hesum myndum. Beint eftir aldarskifti varð legan tó flutt til Nordsjællands Efterskole, sum liggur nakað eystanfyri á Norðursjællandi.
Leguhúsini uppi í Kikhavn eru heldur ikki til longur. Har eru nú summarhús komin í staðin. Sum minnir okkum á, at alt hevur tíð sína.

You may also like...