Míns Faðirs lítli boðberi

Ein kaldan vetrardag fyri mongum árum síðani kom ein lítil fuglur flúgvandi og stoytti ímóti vindeyganum, har skotski truboðarin, William G. Sloan sat. Tað fekk Sloan at minnast, hvør klæddi fuglarnar. Hetta hendi á Viðareiði, har Sloan varð staddur, og so varð yrkingin skrivað, sum kann lesast her á síðuni. Yrkingin varð skrivað á enskum, byrjandi við orðunum “My Fathers little messenger”, men umsett seinni av abbadóttrini Elsebeth og manni hennara, Jukim Olsen.
Henda hugtakandi yrkingin varð framført av Erlu Bech Jensen við nýggjum lagi á samkomu í Ebenezer. Hetta var í samband við 100 ára dagin fyri deyða gamla Sloans 4. september 2014.
Upptøkan á framførsluni í Ebenezer kann hoyrast her.. Og helst hevur hon eisini nakað at siga okkum í dag.

Míns Faðirs lítli boðberi.
Sig, hvat er tað, tú vilt,
eg tína yndisligu rødd
so fegin vildi skilt.

Um enn tú ei kanst mæla orð,
eg læra kann av tær,
at Hann, ið gevur dagligt breyð,
vil syrgja fyri mær.

Tú kveikir í mær takkarsong,
so sorgleyst er títt flog,
tú heilsar frá tí Alvalda
og bert mær lívsins boð.

Tín nærvera, hon boð mær ber,
at eg ei stúra má,
tí hann, sum skapti teg og meg,
veit altíð veg og ráð.

So lat meg læra hetta væl
og ikki gloyma, nei,
at eg í gleði, trúgv og vón,
má ganga smølu leið.

Men eins og tú jú royndur ert,
tað sama sanni eg,
tó syngi glaður eg sum tú,
tí Jesus frelsti meg.

Orð: William G. Sloan.

Umseting: ELsebeth og Jukim Olsen
Lag: ØB

You may also like...