Frá Operation Josva til Oxford Allé (2)

Operation Josva var við í mótmælisgongum ímóti fríari fosturtøku – sum tað framgongur her (trýst á greinina, so gerst hon størri).

Her kemur onnur hugleiðing um tíðina við Operation Josva í 1972-73. Tað var ein spennandi tíð fyri okkum luttakarar, sum frá “Pedersminde”, einum fyrrverandi bóndagarði uttan fyri Odense,  vórðu send út í ymsar býir í Danmark við einum týðandi boðskapi. Tað er hesa tíðina, at hugsanin um at fara undir eitt miðvíst verk millum føroyingar í Keypmannahavn byrjar at búnast í hjørtum okkara. 

Á várið í 1973 var lógaruppskot um fría fosturtøku viðgjørt í danska fólkatinginum. Føroyski presturin og fólkatingsmaðurin Johan Nielsen, sum seinni fekk týdning fyri okkum í samband við Kristnastovu, var millum teirra, ið mótmæltu tinginum frá at viðtaka hesi lóg, tí “lívið er heilagt”. Eisini aðrir prestar mótmæltu, og Kristelig Folkeparti, sum varð stovnað í 1970, var eitt úrslit av tí moralska skriðulopi, sum hendi í hesum árum.
Operatión Josva og Unge Kristne skipaðu fyri mótmælum ímóti fríari fosturtøku. Eg sjálvur var við til at seta faldaran saman, sum æt “Ja til livet”. Vit vóru við í mótmælisgongum bæði í Keypmannahavn og aðrastaðni.
Lurtað varð tó ikki eftir røddum, sum mæltu ímóti uppskotinum. Lógin um fría fosturtøku varð viðtikin 24. maj í 1973  – enntá við stórum meiriluta.
Men at trúgvandi fólk ikki bara lótu seg lynda av hesum, sást millum annað av at serlæknin á Sønderborg Sygehus, Michael Harry, ikki vildi ikki skriva undir uppá at vilja gjøgnumføra fosturtýning, og til seinast segði hann sítt annars lovandi framtíðarstarv sum lækni frá sær.  Lógin um fría forsturtøka hevði eisini politiskar avleiðingar, tí hon gjørdi sítt til, at Kristelig Folkeparti kom inn á Fólkating við sjey mandatum á heystið í 1973.

Tiltøk fyri føroyingar
Meðan vit vóru í Operation Josva, skipaðu vit fyri ymiskum tiltøkum fyri føroyskum útisetum. Føroynigafelagið á Fyn kom út á Pedesminde á Fyn, har vit fingu høvi at greiða frá arbeiði okkara og svara teirra spurningum.
Vit fóru til Esbjerg og høvdu møti har. Føroyingafelagið har var ógvuliga vinarligt móti okkum og lótu okkum fáa adressurnar hjá føroyingum, sum búðu har á leið. Margo Joensen, Sanna í Túni, Páll á Lakjuni og eg vóru gjarna við, tá tílík tiltøk vóru skipað. Hjørdis, kona Páll á Lakjuni, mátti vera heima hjá Boga, syni teirra,  og Susan hjá Andrew, sum var hálvt ára gamal, tá vit komu til Pedersminde.

Operation Josva í Grundtvigs hus. Rino Lange sæst á talarapallinum.

Í Keypmannhavn hildu vit danskt/føroyskt møti í Grundtvigshús. Hesi møti savnaðu rættiliga nógv av fólki – eisini av lesandi fólki. Atmosferan var merkt av teimum spurningum, sum vóru uppi í tíðini.  Tey lurtaðu væl eftir øllum tí, sum sagt var. Allir møguligir spurningar vóru uppi at venda í teimum døgum. Poul Madsen og Rino Lange, sum vóru leiðarar av Josvaliðnum, vóru virknir við á hesum møtum. Men har hendi eisini okkurt skemtiligt, sum t.d. tá ein føroyingur, ið ivaleyst hevði kenning, rópti á Rino, sum stóð á talarapallinum: “Bed fadervor på færøsk.”
Einaferð var Petur Háberg við til eitt av hesum møtum, og tað vóru vit fegin um. Hann hevði verið ein andaligur faðir hjá bæði mær og Páll á Lakjuni, og hann jú serstakar gávur at bera ein viðkomandi boðskap fram til tað unga fólkið.

Hvat var næsta stigið?
Tá, ið komið varð inn í árið í 1973 skuldi støða takast til, hvat næsta stigið skuldi vera hjá okkum. Tað tóktist at vera tríggir møgugleikar. Ein møguleiki var at halda fram við Operation Josva. Ein annar var at fara heimaftur til Føroya. Ein triði var at byrja eitt verk fyri føroyingar í Danmark. Hesin síðsti var sprottin fram sum ein visión, eftir at vit høvdu hitt so nógvar føroyingar kring alt landið,, tó serliga í Keypmannahavn.
Vit lutaðu hesar tankar við Poul Madsen og Rino Lange. Teir skiltu hugsanina, men mettu um somu tíð, at tað bar til at gera eitt  arbeiði út frá Operation Josva, tí Odense lá jú rættiliga centralt. Vit haðani  kundu røkka út til allar partar av landinum. Ein annar maður, vit ráðførdu okkum við, var enski prædikumaðurin, Bill Thompson, sum um tað mundið vitjaði okkum á Pedersminde. Hann skilti okkara visión og stimbraði okkum í hugsanini at fara undir hetta trúarstig.
Meira vit hugsaðu um hetta, var greiður yvir, at tað var serliga í Keypmannahavn, at stóri tørvurin var. Tað var har, at ungir føroyingar búleikaðust i hópatali og vóru ikki sørt ávirkaðir av tí tankagangi, sum var uppi í tíðini. Eg minnist eisini onkuntíð tá eg var eitt rend í Keypmannahavn og vitjaði donsku brøðrasamkomuna í Thorsgade, at eg merkti, at her var brúk fyri onkrum, sum kundi taka sær av ungu trúgvandi føroyingunum. Hetta hóast, at har vóru regluligir føroyskir bíbliutímar hildnir og eitt mánaðarligt føroyskt møti í Thorsgade 40 á Nørrebro.

Oxford alle 3A – ein íbúð úti á Amager

Øssur uttan fyri húsini á Oxford Allé 

So við og við búnaðist tankin um at flyta til Keypmannahavnar og byrja eitt verk millum føroyingar í Keypmannahavn. Men hvar og hvussuleiðis? Kundi tað hugsast, at vit kundu fáa eitt heim, har vit høvdu umstøður at hava minni samkomur fyri føroyingar í býnum?
Vit fingu blaðið Kristelig Dagblad út á garðin í Pedersminde, og ein dag sat Susan og hugdi í hetta blað, hóast hon ikki skilti so nógv danskt tá. Tá fekk hon eyga á eina lýsing, har tað stóð at ein sokallað trý verilsis íbúð var til leigu úti á Amager. Susan seg sannførdan um, at tað var nakað serligt við hesari lýsingini, og hon fekk meg so at ringja. Jú, vit íbúðin kundi leigast í eitt ár, og vit vóru vælkomin at koma at hyggja eftir henni.
Vit tóku ein dag frí frá Operation Josva og fóru til Keypmannahavnar fyri at vita hvussu íbúðin sá út. Vit gistu hjá skyldkonu míni, Monu, sum saman við manni sínum, Arne Nielsen, búðu úti í Herlev. Har høvdu vit áður gist og kent okkum væl. Arne var so beinasamur at læna okkum sín flotta Volvo at fara út á Amager hetta kvøldið at hyggja eftir íbúðini á Oxford Allé.
Vit fingu eina góða móttøku úti á Amager. Staðið vísti seg at vera endin av einum raðhúsum við trimum íbúðum, harav tann niðasta var til leigu í eitt ár. Eigararnir búðu í miðhæddini. Talan var um eina íbúð sum var um 75 m2 til støddar. Vit hildu, at best var at spæla út við opnum kortum og greiða eigarunum frá – sum vóru eini sera vinarlig hjún – at vit við kristnum endamáli fóru at virka millum føroyingar í Keypmannahavn og ynsktu at savna føroyingar í íbúðini av og á. Tað var okkara ynski at kunna syngja saman eisini. Tað tóktist ikki at vera nakað fyrivarni hjá eigarunum. Hetta var í lagi, og okkum var bjóðað at fáa íbúðina.  Óneyðugt at siga: glað vóru vit – hetta var næstan ov gott at vera satt. Vit føldu, at tað var Harrin, sum hevði stýrt hesum so.

Eitt nýtt trúarstig 
Fyri okkum var tað nakað av einum trúarstigi at fara úr Føroyum í 1972, men her var eitt, sum  var enn størri: At fara undir eitt miðvíst verk millum føroyingar í Keypmannahavn, hesum stóra býi, sum við sínum verðsligu tilboðum tóktist at hava eina so dragandi megi á yngri føroyingar. Ikki tí – í býnum vóru eisini samkomur og kirkjur, sum savnaðu fólk um orð Guds, og millum teirra komu eisini nógvir landsmenn. Men vit hoyrdu um mong, sum stríddust ella vóru komin inn á trúarlig síðuspor.
Vit hildu at beinast var at tosa við menn, sum vóru í leiðsluni í okkara heimasamkomu í Ebenezer, fyri at vissa okkum um, at hetta stig var gjørt í góðum samfelag. Meðan vit so vóru heima á sumri 1973 kallaði eg fleiri teirra til fund uppi hjá foreldrum mínum á Dalavegnum. Eg greiddi teimum frá okkara hugsanum, og tað var skjótt týðuligt, at teir vildu standa saman við okkum í hesi søk. Hetta hevði týdning,  ikki minst fyri meg persónliga, sum hevði havt mítt andaliga heim í Ebenezer frá barnsbeini av.
Skúlarnir í Keypmannahavn byrjaðu jú aftur umleið 1. september, og við hesum í huga stevndu vit aftur niður til Keypmannahavnar fyri at byrja verkið.
Og sum tað leið út á heysti í 1973, sá eitt nýtt tiltak millum føroyskar útisetar dagsins ljós á heysti 1973.   Tað koma vit kanska aftur til.

–                                                                                                                                                                                                  ØB   

 

You may also like...