Tignarligir tónar til Silfverberg

Erik Silfverberg

Leygarmorgunin 30. novembur fór kendi tónasmiðurin og sangleiðarin, Erik Silfverberg, til gravar frá hølum frelsunarhersins í Valby. Hetta var ein hugtakandi farvælsamkoma fyri einum oddamanni frelsunarhersins innan sang- og tónleik í Skandinaviu. Orkestrið, sum hann hevði verið leiðari á í mong ár, spældi yndisligar tónar og hevði eisini hevði fingið hjálp frá “Templet,” ið liggur inni á Frederiksberg Allé. Fleiri av sangunum og stykkjunum, ið spæld vórðu, hevði Erik Silvferberg skrivað. Tað var týðuligt, at her varð sagt farvæl við ein mann, sum hevði verið eitt gott umboð fyri frelsunarherin bæði innan- og uttanlanda.

Erik Silverberg var kendur fyri at vera ein framúrskarandi tónasmiður, sum gjørdi løg bæði til hornorkestur, til kór og felagssang. Kona hansara, AnneLise, hevur gjørd tekst til mong av løgunum hjá Silverberg. Løg og útsetingar Silfverbergs hava eisini verið spæl í Føroyum, har hann eitt nú hevur gjørt onkra útseting fyri Havnar Hornorkestri.

Erik Silverberg var eisini onkuntíð í Føroyum fyri at taka eina hond í á tónleikaøkinum hjá Frelsunarherinum. Tá Kristnastova fylti 30 ár í 2013 varð skipað fyri einari sangløtu í Frelsunarherinum í Valby, har bæði okkara fólk og orkestrið har luttók. Hetta var serliga Eriks Silfverberg fyri at takka, sum skipaði fyri hesum, og tá luttóku eisini Jóannes og Ólavur á Váli, sáli.

Vit, sum hava verið við til sang og tónleikaløtur hjá frelsunarherinum, minnast, hvussu hesin gávaði men eyðmjúki maður, hvørja ferð fólk fóru at klappa, beinanvegin peikaði uppeftir. Æran skuldi vera Harrans.

Eisini vit minnast Erik Silfverberg við takksemi til Harran.

Øssur Berghamar

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *