Kristin undir trýsti

Eins og siður hevur verið seinastu árini, hevur Open Doors aftur kunngjørt listan yvir 50 lond, har atsóknin móti teim kristnu tykist vera størst. 
Tíggju tey fremstu londini eru hesi:

Norðurkorea
Afganistan
Somailia
Libia
Pakistan
Eritrea
Yemen
Iran
Nigeria
India

Sum skilst, hevur korona farssóttin gjørt støðuna enn verri hjá teim kristnu nógvastaðni. Og í Asia – serliga í Kina – brúka stjórnir farssóttina sum umbering fyri at hava enn neyvari eyga við teim kristnu.
Kvinnur eru serliga útsettar fyri atsóknum. Virðingin fyri teimum er í forvegin lítil í mongum londum, og tá ið tær so eisini eru kristnar, minka teirra møguleikar og rættindi. Í heila tikið tykist atsókning móti trúgvandi í hesum 50 londunum at vera ógvuliga viðgongd og álvarslig.
Meiri upplýsingar um støðuna hjá teim kristnu, sum verða atsøkt, kann m.a. fáast á heimasíðuni hjá Open Doors í Danmark, sum er hendan: www.opendoors.dk
Hetta er sanniliga viðkomandi hjá okkum øllum, og vónandi eru vit mong, sum minnast trúgvandi brøður og systrar okkara kring heimin, sum líða ilt, tí tey trúgva á Jesus.

You may also like...