Tala ælabogans

Tað var eitt árið, vit vóru og ferðaðust heima í Føroyum, at vit koyrdu vit ein dagin út á Argir, har vit av Argjahamri nutu tað góða útsýnið yvir Havnina. Men tað, sum eisini setti dám á hesa løtuna, var ein ælabogi, sum mestsum breiddi seg yvir býin við føgru litum sínum. Viðlagda mynd var tikin hesa løtuna.
Ælabogin førir okkum aftur til eina kenda søgu, sum stendur í fyrstu bók Bíbliunnar. Orðið sigur, at eftir syndflóðina gjørdi Gud ein sáttmála við Nóa og setti ælabogan á himmalin sum tekin um, at hann aldri aftur fór at oyða jørðina við vatni.
Hetta, sum stendur umtalað í 1. Mósebók 9,11-17, skulu vísindamenn ivaleyst hava eina aðra hugsan um. Men eg eri so einfaldur, at eg trúgvi fyrr tí, sum Bíblian sigur, enn tí, sum heimsins vísu menn kunnu hava eina meining um. Hetta hóast hugsaninar kanska ikki altíð nýtist at stríðast móti hvørjum øðrum.

Men hetta er ikki einasti sáttmáli, sum Gud hevur gjørt millum seg og menniskja. Ein dag situr Jesus við lærisveinum sínum til reiðar at fara út á Golgata at doyggja fyri syndir okkara. Og, tá hann biður teir um at minnast seg, sigur hann við teir: “Hetta er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum.” Gjøgnum blóð Kristusar varð ein sáttmáli gjørdur millum Gud og menniskju, sum er galdandi enn í dag. Ein sáttmáli, sum ger, at tú og eg gjøgnum Jesus kunnu koma í samband við Gud. Nú er syndafyrigeving at fáa, tí – sum Jóhannes ápostul tekur til – “blóð Jesusar, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” Og høvundurin av Hebrearabrævinum vitnar, at “Hann er trúfastur, sum gav lyftið.”
Soleiðis er ikki við altíð við menniskjaligum sáttmálum og lyftum. Í 1938 kom enski forsætismálaráðharrin Chamberlain aftur úr Týsklandi við einum “friðarsáttmála” við undirskriftini hjá Adolf Hitler. Tá Chamberlain steig út úr flogfarinum, veittraði hann við undirskrivaða skjalinum fyri fjøldini, sum var komin at taka ímóti, og las tað upp, sum har stóð. Tað var eisini upplisið framman fyri Downing Street og Chamberlain legði aftrat: “hetta er friður í okkara tíð – farið heim og fái tykkum eina góðan, kvirran blund”.  Sáttmálin var ikki verdur tað pappírið, sum hann var skrivaður á. Stutt aftan á var eldur í nærum øllum Europa – annar heimsbardagi var brostin á.
Friður “í okkara tíð” fæst bara við Golgata. Har varð ein bindandi friðarsáttmáli innsiglaður við blóði Kristusar. Gud gjørdi okkum ein veg aftur til sín gjøgnum verk Kristusar.
Og mitt í einari myrkum heimi kann Harrans fólk síggja ein lýsandi ælaboga, sum kemur frá krossi Kristusar. Sáttmálin er framvegis galdandi. Vit kunnu kenna okkum tryggan í lívsins skiftandi leiki, tí vit eiga orð og lyfti Guds, sum bera okkum uppi. Og vit eiga ein ævigan bústað heima hjá Gudi, sum Jesus ger okkum til reiðar.
Lyftini um æviga signing eru ogn teirra, sum hava sett sítt álit á heimsins frelsara, Jesus Kristus, og hansara fullgjørda verk. Ynski mítt skal vera, at eisini tú, sum lesur hesar reglur, skalt eiga lut í hesum lyftum.
                                                                                                                                     Øssur

You may also like...