Tey hugdu upp til Hansara

Tey hugdu upp til Hansara og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaði aldri av skomm.”  Sálm. 34,6.
Sum barn var eg hugtikin av tí skaranum av fólki í uniformi, sum hvørja viku fór marsjerandi oman á Vaglið í Havn fyri at halda útimøti. Óneyðugt at siga var talan um Frelsunarherin. Eg var hugtikin av teirra sangi og hornblástri og eisini teirra vinarligu framferð.

Minnist, at eg einaferð fór til eitt barnamøti hjá teimum. Har fingu vit eitt blað, har orðini úr Sálmi, 34, 6 stóðu at lesa á norskum:  “De så op til ham og strålte av glede, og deres åsyn rødmet aldri av skam. Saman við tí var ein tekning av nøkrum børnum, hvørs eygu strálaðu av gleði. Orðini og tekningin standa enn fast í huga mínum.
Vit hava ivaleyst øll rodnað av skomm onkuntíð, tí okkurt varð gjørt, sum ikki var rætt. Sum syndarar hava vit eisini alla orsøk at hava eina kenslu av skomm yvir fyri einum Gudi, sum er heilagur og ikki tolir synd.
Tíbetur kann syndin fyrigevast og strikast, tá vit leita til Jesus í trúgv og verða frelst. Har verða vit eisini andaliga endurnýggjað, tá vit eru vikin av leið. Og t
á vit so hava samfelag við Harran, kunnu vit hevja høvur okkara og hyggja upp til Hansara við stórum dirvi – eins og hesi fólkini, ið eru umtalað so vakurt í Sálmi 34,6.
Hetta verða vit eisini stimbrað til í Hebrarabrævinum 12,2: “Latið okkum hava eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina í fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds.”  
  Vend títt eyga á Jesus,
  hygg inn í hans andlit so kært.
  Og øll heimsins gleði skal fána burt
  í tí náði og dýrd, ið tú sært.                              Øssur
                                                                                                                                                                               

You may also like...