Summarið komið á hall

Jákup og Sólvá

Komið er út í august mánaða, og børnini eru farin aftur í skúla eftir at hava hildið summarfríð í fleiri vikur. Og so fara aðrir skúlar eisini í gongd aftur, soleiðis at flestu hjólini munnu mala aftur við fullari megi umleið 1. september. Nógva ferðingin, sum eyðkennir summarið, er um at vera av. Eisini ungu lesandi føroyingarnir koma niðuraftur til Danmarkar í hesum døgum fyri at fara undir nýtt skúlaár.
Á sumri er virksemið í Kristnastovu munandi minni ennn um veturin. Tó er møtið sunnumorgun, og tað tykjast mong seta prís upp á, ikki minst fólk, sum ferðast hendanvegin. 
Enn einaferð hava hjúnini Sólvá og Jákup Hansen verið avloysarar í Kristnastovu, meðan Dora og Niels Pauli Nónstein hava ferðast heima í Føroyum saman við børnunum, Sigrid, Andrias og Kristinu.
Og tað er komið væl við, tí tað eru altíð nakrar uppgávur tengdar til summarið, millum annað at hýsa og stuðla teimum, sum ferðast gjøgnum Keypmannahavn á veg til legur í Grønlandi ella suðureftir í missónsørindum – eitt nú í samband við OM-felagsskapin.
Fríggjadagin 23. august byrja fríggjakvøldssamkomurnar so aftur, og komandi sunnudag verður aftur sunnudagsskúli. Og um mánaðarskifti plagar skarin so at vera at kalla fullmannaður aftur.

 

You may also like...