Lítandi á lyftini
Teskurin og lagið til sangin byrjaðu at fáa skap í 2011, men endaliga útgávan kom ikki fyrrenn í 2019.
Orð/lag ØB – nótar vanta.
Sum vit ferðast gjøgnum lívið, sum av óvissu er merkt,
ótrygd eykennir várt lívsins stutta skeið.
So er gott at kenna Jesus og hans dýrabara orð,
og at vita, lyfti hans, tey svíkja ei.
Lítandi á lyftini
Harrans orð í Skriftini
haldi fram eg móti lívsins ljósa landi.
Er enn leiðin tyngjandi,
fram eg haldi syngjandi.
lítandi á lyftini –
Harrans orð í skriftini.
Rundan um meg er ein heimur, sum ei trýr á nakran Gud.
og sum vrakar lívsins Harra og hans orð.
Heldur lítið um tann kristna, men tað sakar ikki meg.
lívd og føði finni eg við Harrans borð.
Nú við kós mót lívsins landi ferðast fram eg dag um dag,
vitandi, at skjótt so skal eg síggja Hann,
sum meg frelsti og meg leiddi, gav mær lív í yvirflóð,
og sítt lyftisorð hann aldri svíkja kann.