Samfelag og seniorar í Skovlunde

Mikudagin 14 november klokkan 11 hittist ein skari av “seniorum” í Skovlunde Frikirke til “frokostmøti” – eitt møti, ið verður hildið fýra ferðir um ári.  Skarin er samansettur av fólki, sum savnast í samkomuni í Skovlunde, men eisini úr Glostrup Frikirke, Kristent Fælleskab og Kristnastovu.
Dentur verður altíð lagdur á, at Orð Guds verður borið fram, og ávís evni verður gjøgnumgingið. Hesaferð var tað Andrew, sum talaði, og hann hevði nakrar tankar um Barnabas, ið verður umtalaður í Ápostlasøguni – ein maður við sonnum hirðahjarta. Hann tók sær m.a. av Paulusi, tá ið hann var nýfrelstur. Aftaná løtuna við bíbliuundirvísing var ein steðgur við einum breyðbita og drekkamunni, og síðani sangløta, har fólk fáa høvi til at útgeva nakar av teirra yndissangum. Tað var Preben Madsen, sum leiddi møtið, meðan Arne Thomsen leiddi sangløtuna.
Fitt av føroyingum savnast í nevndu samkomum, og fleiri teirra vóru eisini við hendan dagin. Tað var eisini ein signað og gevandi løta.

ØB

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

You may also like...